Langt og lívligt í London

Aftur í summar fáa føroyingar høvið at flúgva beinleiðis til stórsligna metropolin í Onglandi – London, hagani allur heimurin stendur opin.

Sambært ferðaætlanini hjá Atlantsflogi verður flogið higar tvær ferðir um vikuna, mánadag og hósdag.

Fyrsti túrurin verður longu 2. juni og verður flogið higar fram til 1. september til Stansted-flogvøllin, ið er triðstørstur í Onglandi.

Um London kann sigast, at hann hevur alt sum krevst til ein slíkan metropol. Her nýtist ongum at keða seg, tí í hesum milliónsbýnum er okkurt til øll. Spurningurin er, um fýra dagar eru nóg mikið í býnum. Men, sum sagt verður, - ein kann altíð koma aftur.


Út í heim

Hin stóri flogvøllurin í Londin, Heathrow er nógv brúktur, men tað tekur kortini einki frá tí minna í Stansted.

Higar flúgva føroyingar og 23 milliónir onnur ferðafólk um árið, og orsøkin til hetta er júst hon, at fleiri flogfeløgum við lágprísum brúka henda flogvøllin.

Hinvegin eru eisini hópurin av ferðamálum at velja millum, hjá teimum ið vilja fara longur út í heim fyri ein sámiligan prís.

Ein annar fyrimunur við tveimum fráferðum um vikuna til Stansted ger, at føroyingar kunnu halda eitt langt vikuskifti í býnum. Prísurin fyri flogferðina er 4.405 krónur, og tá er ferðin íroknað, umframt innivist á hotelli.