MAKRELUR
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur nú havt fundir við íslendska og norska fiskimálaráðharran um makrelspurningin. Enn vantar at fáa í lag fund við fiskivinnumyndugleikarnar í ES.
Á fundi við íslendska fiskimálaráðharran var makrelspurningurin tikin fram, men hetta var ikki ein formellur fundur um hetta einstaka málið í so máta. Hinvegin var fundurin, sum Jacob Vestergaard hevði seinasta hósdag við norska fiskimálaráðharran beinleiðis um makrelspurningin.
- Nú verður so roynt at fáa fund í lag við fiskivinnumyndugleikarnar í ES, men ES er eitt størri apparat, og enn veit eg ikki, nær hetta fer at eydnast. Enn er eingin fundur avtalaður við ES, men eg vænti, at vit fáa eina avtalu um fund í hesi vikuni, sigur landsstýrismaðurin.
Tó at tað eru tríggir partar, sum verða róptir strandalond í makrelhøpi, Føroyar, Noreg og ES, er Ísland, sum eisini fiskar makrel í egnum sjógvi, partur av áhugamálunum hjá Føroyum í so máta.
Ymisk sjónarmið
Jacob Vestergaard er ikki stórorðaður um fundin við norska fiskimálaráðharran, Lisbeth Berg-Hansen.
Tað er tí trupult at siga, um hesin fundur fær nakra ávirkan støðuna sum er íkomin, nú Føroyar í London herfyri ikki vildu skriva undir strandalandaavtalu um býtið av felagskvotuni av makreli fyri 2010.
Eftir fundin hevur Lisbeth Berg-Hansen sagt seg fegnast um, at makrelspurningurin er tikin upp á politiskum stigi, men hon ásannar samstundis, at langt er millum sjónarmiðini hjá Noreg og Føroyum í hesum máli.
Spurdur, hvussu stórur okkara partur av felagskvotuni hevði verið, um Føroyar skrivaðu undir á nevnda fundi, sigur Jacob Vestergaard, at okkara partur í 2009 var sløk 4,7%, og hann heldur ikki, at nøkur ábending hevur verið um, at føroyski parturin hevði verið – og verður - øðrvísi í eini møguligari avtalu fyri 2010.
Dregur út
- Teir næstu dagarnar hendir einki í makrelmálinum, og enn fari eg ikki at áseta Føroyum eginkvotu. Breið semja er um, at politiskar samráðingar skulu verða við partarnar, sum eru við í hesi avtalu, og fyrr enn komið er longri við hesum, hendir einki. Í løtuni veit eg sum nevnt ikki, nær vit sleppa á fund við ES um spurningin, sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin veit annars at siga, at norski fiskimálaráðharrin skal hitta fiskivinnukommiserin í ES ein av fyrstu døgnum, og tá verður spurningurin um makrelin eisini tikin upp til umrøðu.
Endamálið við fundarumfarinum hjá landsstýrismanninum við politisku fiskiveiðimyndugleikarnar í Ísland, Noreg og ES er at greiða hinum pørtunum frá føroysku sjónarmiðjunum í makrelspurninginum og annars at deila sjónarmið um henda spurning.