Fyrsti semingsfundur var í dag millum Lønardeildina á Fíggjarmálaráðnum og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eftir, at Lønardeildin um vikuskiftið sendi boð eftir semingsmonnunum í kjalarvørrinum av, at fakfelagið hevði lýst arbeiðssteðg at byrja fyri nakrar av limum felagsins mánadagin.
Arbeiðssteðgurin bleiv tó ikki til nakað, tí í gjár boðaði felagið frá, at eftir at Fíggjarmálaráðið hevði boðsent semingsstovnin at hjálpa við samráðingunum, hevur semingsstovnurin brúkt heimildina í Semingslógini grein 10 til at útseta arbeiðssteðgin.
Í útvarpstíðindunum hjá Kringvarp Føroya í kvøld bleiv upplýst, at langt er millum partarnar, og at semingsmenninir, Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen, hava sent partarnar til hús at gera neyvari útrokningar av krøvunum, so at semingsmenninir fáa eitt betri talgrundarlag at arbeiða við, tá roynt verður at gera eina semju.
Við Kringvarpið upplýsti Terji Sigurðsson, at semingsfundur verður aftur hósdagin.