Langt burtur frá heimsins gangi

Anna Rubeksen er bóndi á Velbastað. Hvønn morgun klokkan 5.30 fer hon oman í fjósið at mjólka og fóðra neytunum. Hóast hetta arbeiðið er strævið, dámar Onnu væl

Klokkan nærkast hálvgum seks á morgni, og Ringvegurin í Havn er tómur. Ikki ein bilur er at hóma, og bert í nøkrum einstøkum húsum her og har, er ljós. Veðrið er illfýsið. Vindur og eitt sindur av regni nú og tá og tað er enn myrkt úti.
Í morgun gongur leiðin til Velbastaðar. Út á Norðasta Horn og so víðari eftir nýggja vegnum. Tað eru bara einir seks kilometrar til bygdina úr Havn, so tað er ikki tað heilt langa strekkið. Ongin ferðsla er heldur í morgun, so tað gongur skjótt og lætt at koma fram.
Ovarlaga í bygdini er ljós at síggja í einum húsum. Tann reyði jeepurin stendur uttanfyri, júst sum Óli fortaldi í telefonini, at hann fór at gera. Jú, hetta er helst rætta staðið.
Útkomin úr bilinum koma tríggir hundar stórleypandi ímóti okkum. Teir goyggja eitt sindur, men eru annars blíðir. Og lítla løtu seinni stendur Anna í túninum. Klár til dagsins fyrstu uppgávu.

Mjólking
Anna Rubeksen er bóndi á Velbastað. Hon er gift við Óla, og saman hava tey bóndagarðin á Mýrini. Óli hevur tó seinastu tíðina havt trupulleikar við rygginum, og kann hann tí ikki vera við í fjósarbeiðnum nú. Men fyri Onnu er hetta ikki nakar stórur trupulleiki. Tá klokkan er 5.30 um morgunin fer hon upp, og tá gongur leiðin beint oman í fjósið, sum liggur mitt í bygdini.
Túrurin oman tekur eini fimm minuttir. Vindurin er kaldur í morgun, men tað er ikki so at tað bilar. Hundarnir, Joy, Fram og Her renna og spæla á vegnum omaneftir. Teir fara ongantíð langt burtur og akta sera væl.
? Hesin túrurin er akkurát passaligur um morgnarnar, sigur Anna, meðan vit ganga oman.
Tað regnar ikki á Velbastað í morgun. Sjálvt um tað er myrkt og vindur enn, so ger tað bara morgunin frískari.
Bóndagarðurin á Mýrini hevur 14 mjólkineyt. Tá kálvar og ungneyt eru tald við, eru tey eini 30 tilsamans.
? Um morgnarnar, tá eg fari oman, plagar tað at taka umleið hálvan annan tíma at mjólka og fóðra neytunum. Tá eg so fari oman aftur um kvøldarnar tekur tað eitt sindur longri tíð, greiðir Anna frá.
Komin inn í fjósið, har tað er heldur fjálgari enn uttanfyri, síggja vit í endan á 14 neytum, sum standa í eini røð. Tey siga ikki nógv, eitt møøøh her og har viðhvørt, men annars eru tey stak friðarlig. Tey vita uttan iva, hvat nú er á vási.
Tað fyrsta Anna ger er at sópa undan neytunum. Síðani verður mjólkingarmaskinan funnin fram, og gjørt verður klárt at mjólka.
Sum hetta man vera nógv lættari í dag enn tað var í gomlum døgum tá alt skuldi mjólkast við hond. Ein kann heldur ikki lata vera við at hugsa, at mjólkin, sum í dag kemur úr hesum kúnum, um nakrar heilt fáar dagar stendur í einum mjólkarpakka heima á køksborðinum.
Trý neyt verða mjólkað í senn. Fyrst verða júgrini turkað og so verður maskinan sett á.
? Tær nýkálvaðu verða mjólkaðar fyrst. Hetta kemst av, at tær eru mest ímóttakiligar fyri sjúkum, og tí kunnu tær lætt fáa júgurbruna. So um onkur gomul er, sum hevur verið sjúk, so er tað skjótt at flyta smittuna yvir á tær nýkálvaðu.

Hugnaligt
Anna hevur bóndast í fleiri ár. Sìðani hon var heilt ung hjálpti hon til á garðinum, og nú hevur hon sjálv yvirtikið garðin eftir pápa sín.
? Her er altíð nóg mikið at gera. Ein noyðist tíðliga upp allar dagar, eisini jólaaftan og á ólavsøku, fortelur Anna meðan hon setur mjólkimaskinuna á eina kúgv.
Kúnnar síggja so nøgdar út, og um eina løtu kemur morgunmaturin. Tær standa langt burtur frá øllum krígshóttanum í Irak og oljudálking í Spania ? langt burtur frá øllum heimsins gangi.
Í tveimum básum eru tveir lítlir kálvar. Teir eru ikki nakað serliga gamlir ? annar er reyður og hin er svartur.
Tá liðugt er at mjólka verður farið upp á loftið. Nú skal hoyggið niður, tí nú skulu neytini hava at eta. Ein balla, sum tað eitur, vigar eini 6-700 kilo og er tað nóg mikið til eini tveir dagar.
? Nógv lættari er nú vit hava fingið maskinuna, sum ger ballur. Tað er nógv skjótari og lættari. Áðrenn hevði tú sama stráðið á hondini fleiri ferðir. Nú gongur alt nógv betri, sigur Anna, sum leggur afturat, at tey hoyggja eisini fyri onnur, tí ein slík maskina er ógvuliga kostnaðarmikil, og garðurin hjá teimum er so lítil, at tað loysir seg ikki at hava eina slíka maskinu bert til ein garð.
Roykurin frá fjósinum og fjálga luftin inni gera tað hugnaligt inni, sjálvt um hetta kanska ljóðar so tiltalandi fyri øll. Kúgvin var jú radiatorurin í húsunum í gomlum døgum, so tað er ikki uttan grund, at hon hevði so nógv at siga fyrr í tíðini.
Meðan Anna fær hoyggið til hølvdar greiðir hon frá:
? Tað er ógvuliga týdningarmikið, at neytini fáa góðan og væl samansettan kost. Tí um tey verða forsømd, so sæst tað aftur á mjólkingini. Vit plaga at fáa um 500 litrar hvørja ferð.
Mjólkin verður koyrd í ein tanga, sum tekur umleið 1200 litrar. Mjólkavirkið kemur eftir mjólkini tríggjar ferðir um vikuna. Hvør garður kann ikki framleiða meira enn 87.000 litrar um árið.

Strævið
? Viðhvørt kann tað tykjast eitt sindur stríggið í mun til úrtøkuna tú fært burturúr. Vit hava ikki nóg mikið av neytum til, at vit bara kunnu liva av tí, og vit hava ongan møguleika at byggja út, tí fjósið liggur mitt í bygdini. Tað er jú eisini avmarkað, hvussu nógva mjólk vit sleppa av við, sigur Anna.
? Hetta er spennandi. Mær dámar tað væl hóast alt. Onkuntíð kann eg suffa og ikki tíma so væl oman í fjósið, men tá man so er komin oman, so er tað eitt spæl.
Børnini hjálpa eisini til viðhvørt. Sum í dag, tá Anna skal til arbeiðis á sjúkrahúsinum, har hon starvast sum sjúkrarøktarfrøingur, skal átta ára
gamli sonurin geva neytunum kraftfóður um middagsleitið.
? Vit vilja ikki noyða børnini at koma oman, um tey ikki tíma. Tey skulu koma tá tey hava hug til tess. Um vikuskiftið vóru vit til dømis til eitt skeið, og tá tók systir mín saman við 16 ára gomlu dóttrini hjá okkum sær av mjólkingini, og tað gekk fínt, greiðir bóndakonan á Velbastað frá.
Tá hoyggið er komið niður verður tað býtt út til neytini. Tey jótra væl nøgd, og eta í tøgn. Síðani fáa tey kraftfóður, sum tey skulu hava tríggjar ferðir um dagin, og eisini vitaminir. Annar av kálvunum fær mjólk, og nú er hetta fjósið liðugt.
Nú gongur leiðin oman til fjósið niðanfyri vegin. Har standa ungneytini og kálvarnir, sum eru eldri enn fimm mánaðir.
Tey fáa eisini kraftfóður og hoyggj. Tann eini hundurin hevur hug at arga neytini eitt sindur. Hann stendur aftanfyri og hevur hug at bíta tey í halan. Men neytini eru nú heldur ikki fyri einki. Kemur hundurin ov nær, so fær hann eitt spark.
Klokkan er nú júst sjey, og ljós er nú í fleiri vindeygum í bygdini. Nú byrja øll so smátt at vakna. Tað er eisini longu nógv ljósari enn tað var fyri hálvum øðrum tíma síðani. Og nú er hetta arbeiðið liðugt.
? Mær dámar so væl tað, at við hesum arbeiðnum og túrunum oman og niðan í fjósið, so sansar tú árstíðirnar nógv betur enn tú gert um tú hevur eitt inniarbeiði. Tað er ein fragd at ganga oman ein vakran summarmorgun, og tað allarbesta er drekkamunnurin, tá eg komi heim.
Hundarnir, sum allir tríggir eru Border Collies, spæla á veg niðan. Anna sigur, at teir hava eitt ávíst mynstur, meðan teir spæla. Tann eini rennur nakrar metrar fram um og leggur seg at bíða eina løtu. Og so renna og beistast teir víðari.
Tá vit koma niðan aftur í húsini stendur kaffiroykurin oman í gongina. Óli er nú uppi við børnunum, sum gera seg til reiðar at fara í skúla. Munandi heitari er inni, og morgunmaturin stendur á borðinum. Ikki kann gerast nógv annað enn at geva Onnu rætt. Kaffimunnurin aftaná túrin í fjósinum er ein av teimum bestu, vit hava fingið. Prátað verður eitt sindur aftur og fram, meðan børnini so smátt byrja at vera klár. Teir yngstu hava gingið grýlu kvøldið fyri, so teir eru eitt sindur troyttir. Nú er heilt ljóst úti, og morgunlesturin ljómar í Útvarpinum.
Vit takka fyri okkum og fara útaftur í bilin. Regnið dýkir niður á rútin, tá vit koma úr bygdini. Ja, nú er lív komið í Havnina aftur. Allir bilarnir fara stunandi eftir Ringvegnum, óvitandi um, at hvønn morgun klokkan 5.30 verður mjólkað á Mýrini á Velbastað.