Fjarhitarørini frá Vágsverkinum hjá SEV, eru nú løgd og í komandi viku verður heitvatnstangin settur upp, so rørini kunnu knýtasta í tangan.
Tað eru handverkarar frá Tangavirkinum í Vági, sum hava lagt rørini, og sum nú eisini hava fyrireikað restina av arbeiðinum við hitanum kann fara ígongd, skrivar svimjihollin.com.
Eftir at heitvatnstangin er settur upp, verður bundið í hitavekslarar, sum standa inni í teknikkrúminum í langhylinum. Hitavekslararnir verða so atknýttir langhylinum, barnahylinum, ventilatiónini, gólvhita og og heitvatnstanganum til brúsurnar.