Danska løgreglan hevur skuldsett fýra menn í norðurjútska býnum Brønderslev fyri kynsligan ágang ímóti einari 10 ára gamlari gentu. Teir fýra menninir eru ávikavist 29, 31, 46 og 78 ár, og Ekstrablaðið veit at siga, at tann elsti av monnunum er langabbi gentuna.
Løgreglan hevur skuldsett tann 46 ára gamla fyri at hava havt samlegu við gentuni fleiri ferðir. Eins og hinir tríggir er hann eisini skuldsettur fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við henni.
Menninir eru til grundlógaravhoyring í rættinum í Hjørring í løtuni. Tað er ikki greitt, hvat teir siga um skuldsetingarnar.