Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki rópar aftur nú varskó.
Játtanin til Landsverk er minkað so nógv síðani kreppuna fyrst í nítiárunum, at tey hava ikki ráð til at halda hvørki vegir, tunlar, ella brýr á einum støði, sum er nøktandi.
Tí forferst okkara veganet og Landsverk sigur, at støðan er so álvarslig, at tey kunnu skjótt enda við at missa tamarhaldið á henni.
Tá ið hann tosar um, at veganetið forfellur, hugsar hann bæð um asfaltering, vantandi- og niðurslitnar bilaverjur, skráar, tvørrennur og veitir.
Til fánýtis
Hann hevur gjørt vart við støðuna ár um ár, men higartil hevur tað verið til fánýtis.
Tað er heldur tvørturímóti. Og nú játtanarkarmurin fyri næsta ár er lagt fyri Løgtingið, er lagt upp til, at játtanin til landsverk skal lækka góðar tríggjar milliónir afturat.
Játtanin er minkað so nógv, at bara fyri at halda stand, hava vit ein akuttan tørv á at fáa 200-400 milliónir til umvælingarbeiði á vegum, tunlum og brúm, sigur stjórin á Landsverki.
Hetta er tað, sum átti at verðið játtað til umvælingar og ábøtur tey næstu fáu árini fyri at fáa vegakervið upp eitt støði, har vit kunnu siga, at viðlíkahaldið hevur verið nøktandi.
- Men harafturat tí kemur so tann vanliga, árliga játtanin til vegakervið, sum átti at verðið tvífaldað fyri at kunna varðveita støðið.
- So langt eru vit aftur úr við umvælingum, sigur hann.
Hann leggur afturat, at tann akutti tørvurin veksur skjótari og skjótari, tess longri drálað verður við at lyfta vegakervið upp aftur á eitt nøktandi støði.
Minkað niður í helvt
Oyvindur Brimnes sigur, at í kreppuni í nítiárunum varð játtanin skorin rættiliga nógv, men trupuleikin er, at hækkingarnar síðani hava verri enn so staðið mát við príshækkingar og tað øktu ferðsluna sum er.
Tá ið kreppan var í nítíarunum og játtanin varð munandi lækkað, legði Landsverkfrøðingurin tann taktikk, at brúka sum mest av pengum til at asfaltera fyri, so at fólk ikki skuldi leggja so væl merki til kreppuna, til játtanin hækkaði aftur. Trupulleikin er bara, at játtanin hækkaði ongantíð aftur síðani tá og tí eru vit vit so langt afturút í at røkja vegir, tunlar og brýr, at støðan er sera álvarslig.
Stjórin á Landsverki sigur, at í 1996 var játtanin til samferðslukervið tilsamans 60,9 milliónir krónur. Við príshækkingum hesi árini hevði hetta talið svarað til 85,6 millónir krónur í dag.
- Men í veruleikanum er játtanin ikki meiri enn 50,5 milliónir krónur, ella stívliga 10 milliónir krónur lægri enn í 1996.
Verður so økt slit orsakað av vaksandi ferðslu, roknað uppí, skuldi játtanin nú verið upp á 103,6 milliónum krónum, vissi hon skuldi samsvara við játtanina í 1996.
- Sostatt er játtanin í veruleikanum minkað 53,1 milliónir krónur, sum svarar til heili 51%.
Les eisini greinina: 30 ár ímillum hvørja asfaltering