Nú tað nærkast, at heilt nógv ferðsla verður aftur í sambandi við, at fólk fara til húsar eftir loknan arbeiðsdag, heitir Landsverk á bilførarar um at ansa væl eftir.
Tað hevur verið rættiliga nógvur kavi, men nú tað varð lýggjari aftur, og tað samstundis fór at regna av grimd, hava tað verið rættiliga nógv áarlop ymsastaðni kring landið. Men tíbetur vóru tey flestu av teimum í nátt, tá ið lítil ferðsla var, og so fram ímóti at morgunferðslan í morgun fór at taka seg upp.
Serliga var tað í tveimum førum, at so nógv grót og mold, og so nógvur eyrur, leyp á vegin, at bilarnir fingu ikki koyrt. Tað var í nátt, at tað leyp á vegin á einum longum strekki av rundkoyringini í Søldafirði, niðan á Gøtueiði, og so leyp eisini nógv á vegin á strekkinum frá Søldafirði út á Lambareiði.
Annars leyp tað eisini fleiri staðni á Selatraðarvegnum, umframt at fleiri lop eisini vóru ymsastaðni í Kollafjarðardali og aðrastaðni í Streymoynni.
Tíbetur var ongin bilur fyri, so eingin skaði stóðst av áarlopunum. Men Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, ávarar um, at vandin fyri áarlopi er als ikki av enn. Hann vísir á, at nógva staðni regnar illa og nú tað framvegis er nógvur kavi ymsastaðni, er enn vandi fyri, at tað ríður á vegin.
Harafturat vísir tað seg, at nógastaðni eru veitirnar framvið vegnu, typtar av kava og runu, so onkustaðni er eisini rættiliga nógv vatn á vegnum. Tí heitir hann á bilførarar, sum framvegis at vísa varsemi, tá ið teir koyra eftir landsvegunum kring landið.