Landsverk vertur fyri norðurlendskan ISPS-ársfund 2024

Hvørt ár er ein norðurlendskur ISPS-ársfundur, og í ár var Landsverk vertur. Vit høvdu vitjan av ISPS-ábyrgdarfólkum úr Grønlandi, Íslandi, Noregi, Finlandi, Svøríki og Danmark, skrivar landsverk.fo.

 

ISPS-tilbúgving

 

Landsverk røkjir ymiskar myndugleikauppgávur, ið skulu verja havnarløg ímóti yvirgangi. Hendan ábyrgdin er grundað á ISPS-kotuna (International Ship and Port Facility Code), sum er eitt altjóða regluverk ásett av IMO (International Maritime Organisation) hjá ST. ISPS-kotan miðar ímóti at verja altjóða sigling og at tryggja havnarløg. 

 

ISPS-ársfundur 2024

 

Á fundinum vóru felags avbjóðingar viðgjørdar, sum snúðu seg um trygd við havnarløg. Millum annað varð dentur lagdur á "hybridhóttanir" (t. d. netálop ella herverk), sum er ein vaksandi heimsvandi. 

 

Hetta skrivar landsverk.fo, har fleiri myndir eisini eru at síggja.