Veðrið er munandi frægari í dag, enn tað var í gjár, um vit hugsa um vindstyrkjuna kring landið. Men kortini ávara mátararnir hjá Landsverki um, at tað í tveimum støðum eru ivasom koyrilíkindini.
Á landsverk.fo stendur, at á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð er meira enn 25 m/s í hvirlunum. Somuleiðis stendur at lesa á á Gjáarskari kann væntast hálka.
Á Fámjinsvegnum er upp í 23 m/s, meðan tað eru 20 m/s á Høgareyni.