Landsverk ávarar um hálku í morgun

Tað er blivið kaldari í veðrinum og tað merkist á mátarunum hjá Landsverki. Tí í morgun sigur Landsverk, at tað er hálka á Høgareyni. 

 

 

Samstundis sigur Landsverk frá, at tað er nakað av vindi í dag. Upp í 26 m/s á Porkerishálsi. Annars sigur DMI um veðrið, at tað í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðri, 8 – 13 m/s, sum út á seinnapartin minkar og verður til lot til andøvsgul 3 – 8 m/s. Tað verður yvirhøvur turt og skíggjað. Hitin alt samdøgrið 5 – 9 stig. 

 

 

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi ,3 – 8 m/s, sum seinni snarar í ein eystan og veksur til 5-10 m/s. Um náttina upp í 13 m/s. Yvirhøvur turt og skíggjað. Hittin alt samdøgri millum 6 og 10 stig.