Seinastu vikurnar hevur Landsverk sett nógv ymisk arbeiðir í gongd á føroyska landsvegakervinum. Talan er um bæði størri og minni ábøtur á bæði vegir og tunlar og øll arbeiðini verða liðug í ár, sigur Landsverk
Tørvurin á ábótum á landsvegakervinum er stórur, og tí er neyðugt neyvt at raðfesta í hvørji raðfylgju, arbeiðini skulu gerast. Seinastu tíðina hevur Landsverk sett nógv ymisk arbeiðir í verk, so avsetta játtanin verður nýtt so skilagott, sum tilber.
Umframt at fríhæddin í Hvalbiartunlinum er hækkað nakað, verður nú gjørt ymiskt fyri at bøta um trygdina í tunlinum. Millum annað við at seta upp sokallaði rýmingarljós fyri hvørjar 25 metrar, tríggjar ljósmastrar hvørjumegin báðar tunnilsmunnarnar, eins og nøkur víkipláss verða víðkaði, og eldsløkkjarar settir upp í tunlinum.
Onnur arbeiði í Suðuroy er at breiðka 700 metrar av vegnum ímillum Lopra og Akrar.
Í Fámjin verður byrgt upp fyri brimi við at gera bakkaverju fram við sjóvamálanum. Eisini verða ábøtur gjørdar á vegateininum ímillum Trongisvág og Øravíkarlíð.
Í Streymoy er Landsverk farið undir at seta upp gøtuljós frá rundkoyringini á Hvítanesvegnum og oman ímóti Kúrdalsvegi. Í Hósvík er arbeiðið við at gera vinstrasneiðingarbreyt inn í bygdina tikið uppaftur, og hetta verður liðugt í næstum.
Í Eysturoy skal vinstrasnaringarbreyt gerast við tilkoyringina oman ímóti Skála, so vegamótið verður tryggari.
Hetta arbeiðið fer ivaleyst at vara árið út. Í Leirvík er arbeiðið við at binda Fjøruvegin í tunnilsvegin við Norðoyartunnilin byrjað.
Eisini hetta fer at halda fram árið út. Selatraðarvegurin er smalur nógvastaðni, og í september byrjaði Landsverk at breiðka ein tein norðan fyri Kolbeinagjógv móti Selatrað.
Í Norðoyggjum er Landsverk farið undir at gera 700 metrar av gongubreyt úr Klaksvík til Norðoyri og har verða eisini gøtuljós sett upp á hesum teini.