Landsverk og aðrir myndugleikar kunna tit verða hetta vaksnir&?

Elektoniskt skeltir er nú blivið loysnin, ja tað sær soleiðis út. Serstakliga nú Norðoyartunnilin er lætin upp

Fyri langari tí síðan (nov.  des. 2004) skrivaði undirritaði bræv til Miðvágs Kommunu um ferðsluna í gjøgnum Miðvág, her sum so nógv óhapp eru hend, bæðið fólkaliga og matrielt, spurningurin er nú, hvørji næstu tíðindini skulu verða, skal tað veruliga verða eitt deyðsfall oman á teir sorgarleikir, ið longu hava verið, áðrenn nakað hendir.
Miðvágs Kummuna og Ferðslunevndin hava havt málið til viðgerðar og vilja fegnir fáa hetta upp á pláss, so at tað verður trygt at búgva í Miðvágs-bygd, men avarðandi almennir myndugleikar (eftir hvat eg skilji) tykjast ikki sum at hetta hevur skund.
Sjálvur skal eg siga, at eg var nær við at verða trektur (sugaður) av gongubreytini undir ein langan treylara, men eg fekk tíanbetur fatur í einum stakitti á garði sum var rundan um eini sethúsum fram við høvuðsvegin, men tá eg var komin upp á aftur beinini varð bilurin longu einar 500 til 800 m longur frammi so eg hevði ikki møguleikan at síggja nr. plátuna. Hugsið tykkum um hetta var eitt lítið barn sum kom út fyri hesum (sum so skjótt kann henda), hevði tað verið á lívið ídag, neyvan.
Hetta er ikki eindømi, nógv óhapp hava verið á landsvegnum í Miðvági. Tí er tað »beklagiligt« at stjórin í LV ikki sær Miðvág sum eitt av fyrstu dømunum at gera nakað munagott. Sera langt strekkið, nógv børn, langur teinur frá skúlanum á Giljanesi heim til bygdina og gjøgnum bygdina. Hesin teinur hevur verið í fleiri ár, og øll ferðslan gongur gjøgnum bygdina sum fer til flogvøllin, »men hetta hevur ikki so nógv at siga ella hvussu«, verður bara hildið at vágafólk eru so tolin ella hvussu.
Hvussu nógv skula fáa skaða ella doyggja?
Ella liva í støðugum vanda í daglidegnum?
Hvør hevur ábyrgdina?
Hvar vóru hesi eletronisku vegaskiltini at síggja fyri nú langari tíð síðan (gottnokk í eldri útgávu)? Var tað ikki við Ellis- og Avleimisheimið og yvir av FK í Miðvági, ella minnist eg skeivt?
Hvar eru tey í dag?
Men nú fær LV tað at ljóða sum hetta er nakað nýtt og revulusionerandi innan Føroyska ferðslu, har kunnandi fundir mega haldast o.a.
Søldafjørður, Sand­a­vág­ur, Skipanes og Gøta hava hesi pláss størri tídning ella hvussu?
Hvat er munurin?
Og hvussu eru tit komnir fram til tað niðurstøðu, at tað júst skula verða hesi plássini fram um onnur, ið hava hendan tørvin?
Hetta gongur týðuliga fram í miðlunum. Sjálvur meini eg, at hetta skuldi verið at sæð allarstaðni har tørvur var á tí og ikki bara í Miðvági men eisini sum nevnt omanfyri og møguliga arðastaðni við. Men hugsið um hvussu langt strekkið er frá skúlanum á Giljanesi og til FK í Miðvági, eitt ovurhonds langt strekkið og so stórur trupulleiki av ferðsluni, serliga tá komið verður inn í bygdina. So kann eg ikki lata verða við at skriva hesar reglur.
Miðvágs Kommuna og ferðslunevndin hava gjørt nógv fyri at fáa nakað at henda viðv. ferðsluni í Miðvági at frama, síðan brævið frá undirritaða varð skrivað teimum (í nov.  des. 2004), men tað sær ikki út til at henda nakað sum helst nú vit fyrsta dagin fara inn í mai-mánað 2006.
Hví er tað so trupult at gera tað trygt í Miðvágs bygd, har sum so nóg óhapp hava verið? Er tað bara treiskleiki ella metur man at støðan er meira krevjandi aðrastaðni, sjálvt um øll ferðsla til og frá flogvøllinum hevur koyrt gjøgnum hesa bygd + alla aðra ferðslu nú í nógv, nógv ár. Viðmerkjast skal at stórur partur av hesi ferslu er stór tung fersla og hópur av persónbilum, (stórir bilar, treylarar, lastbilar, bussar og kassalastvognar við annhangara).
Ikki geva løgregluni ábyrgdina, tí teir gera sítt eftir teimum resursum teir hava at arbeiða við her vesturi, ella ferðslunevndini her vesturi ella Miðvágs Bygdaráðið ábyrgdina sum nú síðan nov.  des 2004 tá brævi bleiv sent teimum hava arbeitt við hesum (hetta ífylgi upplýsingum eg havi fingið frá Miðvágs Kommunu), tí hetta er eina og aleina lands- og politisk ábyrgd, ein fløkja av eini aðari verð.
Eg kann enda við at spyrja landsmynduleikan um nakað varandi bleiv gjørt hesum viðv. gjøgnum bygdina í Miðvági tá Vágatunnilin lat upp?
Nú er tørvurin at gera nakað skjótt, bara blivin somikið nógv, nógv størri. Hjálpi mynduleikunum á staðnum at fáa hesi viðurskiftir ílagi áðrenn tað endar heilt galið.