Hóast tað eru nærmast tíggjutals rótikassar av hesum og hasum slagi í Føroyum, har ein kann keypa nógv ymiskt, so er tað tó ikki á hvørjum degi, at ein kann keypa ein saltspreiðara. Ella tíggju.
Men tað kanst tú nú. Tí Landsverk selur nú amboð. Tey selja ein - Mazda lastbil uttan plátur, ein New Holland LM 630 Teleskoplessari GL 067 frá 1999, ein viðfestisvognur, fimm skeltavognar og so sjálvandi 10 saltspreiðarar.
Freistin at lata inn boð til Landsverk er 9. juli klokkan 8.00. Tú kanst lesa meira á heimasíðuni hjá Landsverki. Sí myndirnar av lutunum, sum eru til sølu, her.