Landsverk má fáa privat at hjálpa sær

Ganga maskinurnar hjá Landverki fyri, má hann fáa privat at hjálpa sær

 

Kemur Landsverk í knípu av kavaruddingini í vetur, má hann biðja privatar fyritøkur við gravimaskinum, hjálpa sær.

Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Í farnu viku staðfesti Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, í KvF, at maskinurnar, sum verða brúktar til kavarudding, eru í so vánaligum standi, at hann er sannførdur um, at tað fer at fáa avleiðingar fyri kavaruddingina í vetur.

 

Landsverk hevur boðað frá, at tørvurin er góðar fimm milliónir, men bráðneyðugi tørvurin er góðar tríggjar millónir.

 

Henrik Old harmast um at boðini frá Landsverki ikki koma fyrrenn nú, Løgtingið er farið til húsar, samstundis sum at játtanarkarmarnir fyri næsta ár, eru samtyktir.

 

- Høvdu boðini verið komin í heyst, hevði tað borið til at tikið tað við í metingunum, tá ið fíggjarlógin skuldi gerast, sigur hann

 

- Tað fer ikki at ganga, at biðja fíggjarnevndina um eina eykajáttan til endamálið nú, tí tað gevur nevndin bara loyvi til, tá ið talan er um bráðkomnar trupulleikar, og tað er hetta ikki, sigur Henrik Old.

 

- Einaferð í heyst fer landsstýrið at leggja eina eyka fíggjarlóg fyri Løgtingið, men tá er so seint, at tá kann kavin longu vera komin, sigur landsstýrismaðurin.

 

Samstundis er tað eisini ein ávís leveringstíð upp á gravimaskinur, og tí ivast hann í um nakað er at gera við trupulleikan fyrrenn á næstu fíggjarlóg.

 

- Sostatt havi eg biðið Landsverk um eina frágreiðing um, hvussu tey klára seg við teirri játtan, tey hava, til fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt.

 

Henrik Old heldur tískil, at kemur Landsverk í neyð, eigur tað at bera til at gera avtalur við onkra privata fyritøku, sum hevur gravimaskinur, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.

 

- Tað snýr seg kanska um einar tríggjar mánaðir, leggur hann afturat

 

Hinvegin vísir landsstýrismaðurin á, at hann tosar ikki um at útveita kavarudding sum heild til privat at røkja í ávísum økjum. Tað einasta, hann tosar um, er at Landsverk eigur at kunna leiga privatar maskinur, skuldi tað staðið á.