Nýggjársfýrverkið var so dánt kólnað, tá Landsverk boðaði frá, at verkætlanarovastin fyri føroya størstu byggiætlan var farin úr starvi. Tíðindaskrivið frá Landsverk, dagfest 3. januar, var sera stutt og uttan grundgeving yvirhøvur. Og fjølmiðlar fingu onga frágreiðing um, hví verkætlanarovastin fór frá, bara níggju mánaðir eftir at hann tók við starvinum 1. apríl 2012.
Keldur hjá Sosialinum vilja tó vera við, at stevið millum verkætlanarovastan og stjóran á Landsverki var vánaligt undan ársskiftinum. Tí fór verkætlanarovastin, longu áðrenn spakin varð settur í Marknagil í Havn.
Bara ein lítlan mánað seinni var eisini næsti maður hjá verkætlanarovastanum fyri Marknagilsdepilin burtur. 1. februar fekk Ragnar Juul Guttesen hoyringsskriv um uppsøgn, sum skuldi koma í gildi 20. februar. Byggileiðarin varð sagdur úr starvi, uttan nakra ávaring yvirhøvur, og við eini grundgeving, sum seinni skuldi vísa seg at vera uttan hald í veruleikanum.
Almenna grundgevingin fyri uppsøgnini var, at Landsverk hevði ikki nóg nógvar uppgávur til Ragnar Juul Guttesen. Eisini førdi Landsverk fram, at tað var ógreitt, nær og um byggingin av Marknagilsdeplinum fór í gongd, og nær arbeiðið var komið somikið langt, at tørvur fór at vera á einum byggileiðara. Argumentið varð ført fram í hoyringssvarinum 1. februar og aftur í sjálvari uppsøgnini, dagfest 18. februar.
Ragnar Juul Guttesen skrivaði undir sáttmála við Landsverk 4. september 2012. Setanarøkið var allur stovnurin, arbeiðsstaðurin høvuðsskrivstovan og Marknagil, og starvsheitið var byggileiðari. Henda dagin bleiv hann næsti maður hjá verætlanarovastanum fyri føroya størstu byggiverkætlan.
- Starvið varð lýst leyst og eg søkti, tí talan var um eina spennandi verkætlan við fakligum avbjóðingum, sigur Ragnar Juul Guttesen.
Hann kom tá úr einum starvi hjá J&K Petersen, og kendi eisini væl Heina Trónd Hansen, ið hann hevði arbeitt saman við í fleiri ár.
Marknagilsætlanina kendi Ragnar Juul Guttesen væl, ikki minst tí at hann í sínum starvi hjá J&K Petersen hevði staðið fyri arbeiðnum at geva tilboð uppá skúladepilin.
Pengarnir
Marknagilsdepilin, sum hevur verið ávegis í nógv ár, fekk eitt skot fyri bógvin, tá tilboðini vórðu latin upp á høvuðssætinum hjá Landsverki, 28. august í fjør. Tilboðini lógu 155 milliónir krónur omanfyri ta játtan, sum løgtingið hevði samtykt at byggja fyri.
Tað stóð skjótt greitt fyri øllum, at neyðugt fór at vera at spara. Og longu sama dag boðaði Ewald Kjølbro frá, at arbeiðið við at finna sparingar var farið ígongd og fyrstu sparingarnar lógu longu á tekniborðinum.
Eina viku seinni varð Ragnar Juul Guttesen sum nevnt settur í starv. Stórur partur av hansara arbeiðið skuldi vísa seg at vera sonevnd projektgransking. At ganga ígjøgnum alla verkætlanina, finna sparingar og annars gera viðmerkingar til einstøku punktini.
Skjølini í málinum, sum Sosialurin hevur fingið fatur á, geva greiðar ábendingar um, at viðmerkingarnar vóru nógvar.
- Ja, eg hevði nógvar viðmerkingar, sum eg lat víðari til Heina Trónd Hansen, ið var mín leiðari, váttar Ragnar Juul Guttesen, sum framvegis kennir seg somikð bundnan av tagnarskyldu, at hann ikki torir at útgreina innihaldið í hesum viðmerkingum.
Men skjøl í málinum, sum Sosialurin hevur fingið fatur á, avdúka, at viðmerkingarnar snúgva seg um manglandi ella sera vánaliga góðskutrygging av arbeiðnum. Og hartil kennir Landsverk snøgt sagt ov lítið til sína egnu verkætlan, ljóða viðmerkingarnar frá byggileiðaranum. Manglandi kunnleiki førir til manglandi stýring, og harvið er Landsverk í ov lítlan mun ført fyri at tryggja sær, at verkætlanin ikki gerst dýrari enn neyðugt. Somuleiðis vísir byggileiðarin á, at fleiri av konstruktiónunum eru viðbreknar, umframt at aðrir feilir eru í verkætlanini.
28. januar í ár er spariætlanin komin somikið langt, at Landsverk sendir Mentamálaráðnum sítt tilmæli um, hvussu sparast kann. Sambært tilmælinum ber til at spara 92 milliónir krónur í mun til innkomnu tilboðini frá 28. august 2012. Tað gerst við at minka samlaðu rúmvíddina einar 2000 fermetrar, taka burtur ein síðubygning, lækka hæddina 3,8 metrar, minka um stóru glasfasadurnar, velja eina bíligari ventilatiónsskipan, umframt at brúka bíligari tilfar inni í bygninginum. Tilmælið frá Landsverki til Mentamálaráðið er tí at játta 64 milliónir krónur afturat til Marknagilsdepilin, soleiðis at heimild fæst at byggja fyri 455 milliónir krónur, umframt 60 milliónir til innbúgv.
Landsstýrismaðurin tekur tilmælið til sín. Ein mánað seinni er lógaruppskotið um at broyta upprunaligu verklagslógina og játta 64 milliónir krónur afturat til Marknagilsdepilin liðugt orðað.
Fýra dagar eftir at stjórin á Landsverki sendir Bjørn Kalsø sítt sparitilmæli, sendir Ewald Kjøldbro ætlanarskrivið um uppsøgn til Ragnar Juul Guttesen.
Argumentið fyri uppsøgnini er, sum áður nevnt, at Landsverk metir tað vera sera óvist, nær arbeiðið kann byrja, og tí veit stovnurin ikki, nær ella um tey aftur hava uppgávur til Ragnar Juul Guttesen.
Beinleiðis spurdur, hvørt kritisku viðmerkingarnar hava nakað við uppsøgnina at gera, svarar nú fyrrverandi byggileiðarin:
- Ja, tað er sera væl hugsandi. Tí samanumtikið eru viðmerkingarnar væl at meta sum ein kritikkur av tilgongdini til verkætlanina, sigur Ragnar Juul Guttesen.
Hann vil ikki útgreina, hvat tað merkir, aftur hesaferð vísandi til sína tagnarskyldu mótvegis sínum nú fyrrverandi arbeiðsplássi.
Tvær tungur
Ein gjøgnumgongd av samskiftinum millum Landsverk, Mentamálaráðið og løgtingið um Marknagilsdepilin vísir tó, at stjórin fyri Landsverk tosaði við tveimum tungum. Tí samstundis sum hann í ætlanarskrivinum og uppsøgnini av Ragnari Juul Guttesen grundgevur við stórari óvissu um, hvat yvirhøvur verður av Marknagilsdeplinum, so vísir hann í samskiftinum við Mentamálaráðið og løgtingið á eina neyva tíðarætlan.
Tilmælið um sparingar verður sera væl móttikið í Mentamálaráðnum, sum bara brúkar ein mánað um at smíðja eitt liðugt lógaruppskot, ið játtar 64 milliónir krónur afturat til Marknagilsdepilin. Breið, politisk undirtøka er fyri lógaruppskotinum hjá Bjørn Kalsø, sum tá avtornar verður einmælt samtykt av løgtinginum.
Og tá fíggjarnevndin hjá løgtinginum undir viðgerðini spyr eftir eini tíðarætlan, svarar Landsverk beinleiðis, at partur av arbeiðnum at finna sparingar hevur verið at arbeiða við einari nýggjari tíðarætlan. Og tann tíðarætlanin sigur, at arbeiðið við at grava út, spreingja og planera skal byrja í apríl mánað.
Kvalifikatiónin
Tað vakti undran hjá Ragnari Juul Guttesen, at Landsverk fór at leita eftir nýggjum verkætlanarovasta fyri Heina Trónd Hansen, samstundis sum stovnurin segði seg úr starvi, tí óvissan um, hvørt Marknagilsdepilin bleiv egg ella ungi, var so stór.
- Eg kendi væl Heina Trónd Hansen, vit høvdu arbeitt saman í nógv ár og høvdu at kalla somu útbúgving. So eg segði við Ewald Kjøldbro, at eg var sinnaður at átaka mær hansara starv, nú hann var farin, greiðir Ragnar Juul Guttesen frá og heldur fram:
- Men svarið var avvísandi. Ewald Kjøldbro segði beinleiðis við meg, at hann vildi hava internationalan kvalitet í starvið sum verkætlanarovasta.
Tá avtornaði segði Landsverk seg einki annað starv hava at bjóða byggileiðaranum, sum brádliga ikki varð brúk fyri.
Kiptur
Uppsøgnin av Ragnari Juul Guttesen bleiv skjótt ein træta við advokatum á báðum síðum. Men skjølini í málinum vísa, at fyri Landsverk hevði tað stóran týdning, at málið ikki kom út til almenningin.
Fyrst ætlaði Landsverk at geva Ragnari Juul Guttesen, sum hevði sáttmála við Landsverk fram til seinnu hálvu í 2015, ein mánað uppsøgn. Eftir nakað av togan millum advokatarnar bleiv tað so til tríggjar mánaðir.
Men tá advokaturin hjá Ragnari Juul Guttesen hótti við at kæra málið, bæði til Innlendismálaráðið, sum varar av Landsverki, og til Umboðsmannin, fekk pípan annað ljóð.
Ragnar Juul Guttesen fekk tá tilboð um at gera semju og enda málið har. Eina semju, sum gav honum løn og eftirløn í seks mánaðir, umframt 25.000 krónur til at gjalda advokatútreiðslur. Eisini skuldi byggileiðarin vera fríttstillaður frá øllum uppgávum fyri Landsverk. Ragnar Juul Guttesen tók av, og lok varð lagt á málið.
Ragnar Juul Guttesen er farin síðani farin í starv sum verkfrøðingur uttanlands.
FAKTA:
”Tá Ragnar Juul Guttesen varð settur í starv, varð hann settur sum byggileiðari til at taka sær av uppgávum á sjálvum byggiplássinum. Av tí at eingin eykajáttan fyriliggur, er enn ógreitt, nær sjálv byggingin, ið hann skuldi vera partur av, fer í gongd. Í løtuni er ikki greitt, nær Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fer at leggja uppskot um eykajáttan fyri tingið. Harafturat vita vit ikki, um uppskotið verður samtykt. Tí er sera óvist, nær spakin verður settur í, og nær sjálv byggingin byrjar. Av somu orsøk vita vit í løtuni ikki, nær ella um vit aftur hava uppgávur til Ragnar Juul Guttesen.
-Ewald Kjøldbro, stjóri á Landsverki, í uppsagnarbrævi til Ragnar Guttesen, dagfest 18. februar 2013.
FAKTA:
Sum partur av arbeiðnum at finna fram til nýggja kostnaðin hevur Landsverk arbeitt við at gera eina nýggja tíðarætlan. Landsverk hevur kunnað Mentamálaráðið um nýggju tíðarætlanina, sum hevur lagt seg eftir gomlu tíðarætlanini, sum sigur at skúlin skal handast Mentamálaráðnum til skúlaársbyrjan august 2016. Í høvuðsheitum er nýggja tíðarætlanin grundað á nakrar fortreytir: Arbeiðið við at grava út, spreingja og planera er sett at byrja í apríl 2013. Samstundis skal projekteringin gerast liðug. Talan er um at umprojektera gjørdar tillagingar og sparingar. Neyðugt er at gera hetta sum partur av einum neyðugum, nýggjum byggiloyvi og sum sáttmálagrundarlag við arbeiðstakarar. Projekteringin er sett at vera liðug til neyðuga myndugleikan at viðgera 7. juli 2013. Byggiloyvið og byrjanin at byggja væntast at vera upp á pláss í august 2013. Sostatt er ætlanin at hava eina byggitíð á 34 mánaðir. Landsverk metir hetta vera eina sannførandi tíðarætlan.
- Ewald Kjøldbro, stjóri á Landsverki, í svari til fíggjarnevndina hjá løgtinginum, 18. mars 2013.