Landsverk kannar landsvegabrúgvar

Seinastu tíðina hevur Landsverk saman við ráðgevum frá donsku fyritøkuni Rambøll í Danmark verið kring alt landið og kannað brúgvarnar í landsvegakervinum Tað eru samanlagt 300 brúgvar á landsvegunum í Føroyum, so talan er um eitt rættuliga víðfevnandi arbeiði. Brúgvarnar eru úr 1,2 m og upp í 220 m. Eftirlitsarbeiðið, sum fer fram eftir donskum standardi, byrjaði í fjør, tá ið brúgvin um Streymin (220 m) var kannað, og nú er so restin av eftirlitsarbeiðnum skjótt liðug, skrivar Landsverk á síni heimasíðu.

Talan er í fyrstu atløgu um eitt yvirskipað visuelt eftirlit. Síðani verður eitt neyvari leypandi eftirlit framt, sum verður grundarlagið undir einum skipaðum viðlíkahalds- og umvælingararbeiði.

Allar dátur frá eftirlitsarbeiðnum verða lagdar í eina nýggja viðlíkahaldsskipan, SMART, sum ger tað møguligt at fáa eitt meira skipað og rationelt viðlíkahald av brúm í Føroyum.

Skipanin skal eftir ætlan eisini nýtast á øðrum økjum hjá Landsverki, m.a. til viðlíkahald av tunlum, havnum og vitum.