Landsverk hevði saltað

Vegastrekkið, har vanlukkan hendi, varð saltað fyrr um morgunin. Men er hálka á vegnum, er tað ábyrgdin hjá LV, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri.

Í fyribils metingini av vanlukkini í Kaldbaksbotni í morgun sigur politiið, at hálka eftir øllum at døma var orsøkin. Einki bendir á, at talan var um ov nógva ferð ella at yvirhálingin á annan hátt var óforsvarlig.
Gitingar hava verið um, at Landsverk ikki hava verið nóg dúgligir at salta vegirnar, men tað er einki, sum bendir á tað heldur. Sosialurin hevur tosað við Oyvind Brimnes, stjóra á Landsverk og spurt hann, um vegastrekkið inni í Kaldbaksbotni var saltað í morgun.
Eg kann váttað, at saltingarbilurin hevði saltað á strekkinum fyrr um morgunin. Men eg vil á ongan hátt frásiga okkum ábyrgdina fyri vanlukkuni fyri tað, sigur Oyvindur Brimnes.
Aloftast eru tað fleiri faktorar, ið virka við til, at ein slík vanlukka hendir, og ofta mugu vit bara sláa okkum til tols við, at tíðin her á jørð heilt einfalt var úti. Og vit skilja ongatíð ein so meiningsleysan miss av einum so ungum mannalívi.

Salta meira
Sum nevnt gingu gitingarnar uppá, at Landsverk spardi upp á saltingina um morgnarnar, men hetta avvísir Oyvindur Brimnes tó. Tvørturímóti sigur stjórin á Landsverk, at teir nú salta meiri og við betri útgerð enn fyrr.
Játtanin til stovnin hevur verið hin sama gjøgnum fleiri ár, og tí í veruleikanum minkað. Men vit hava valt at raðfesta saltingina av vegunum ógvuliga høgt soleiðis, at vegirnir í dag verða betri saltaðir enn fyri nøkrum árum síðani, sigur Oyvindur Brimnes.
Men raðfestingin er eisini galdandi fyri ymsu vegirnar. Vegastrekkir við størstu ferðsluni verða fyrst saltað, síðani minni ferðslutungu strekkini. Tað stutta av tí langa er, at Landsverk ongatíð kann garantera, at okkurt vegastrekki ikki er saltað.
Í hesum førinum hevur so hálka verið eiin stórur partur av orsøkini fyri syndarligu vanlukkuni.