Landsverk: Hetta er tað ringasta í nógv ár

Bilførarar skulu hugsa seg sera væl um, áðrenn farið verður millum bygdir í dag - og fleiri staðni er ikki koyrandi yvirhøvur - Tað ganga fleiri tímar áðrenn fleiri bygdir fáa vegasamband aftur

 

Myndin er frá Landsverki

Tað eru av allarringastu koyrilíkindum í morgun. Landsverk sigur, at tað er ikki koyrandi til fleiri bygdir og summastaðni verða tað fleiri tímar áðrenn tað verður koyrandi. Men sum heild skulu fólk hugsa seg sera væl um, áðrenn tey fara millum bygdir.

 

Tað sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki fyri norðurøkið. Teir fóru at grava klokkan fimm í morgun, men tað gongur illa at sleppa fram. Teir, sum grava siga, at tað er so nógvur kavi komin niður, at hetta er tað ringasta teir vita um í nógv ár.

 

Fyrrapartin í gjár var tað mest norðan fyri og eystan fyri, at tað var nógvur kavi, men nú er tað um alt landið, tó at tað er eitt sindur frægari í Suðuroy enn aðrastaðni.

 

Men í Sandoynni lata teir illa at, tí Sandoyggin er rætt og slætt undirkavað, so har er slett ikki koyrandi sum heild, siga teir, sum grava í morgun.

 

Árni Jacobsen sigur, at fleiri vegir eru stongdir í morgun og summastaðni hava tey fingið sløkkiliðini at steingja vegirnar at forða fyri, at bilar fara tann vegin. Eitt nú er tað gjørt við Norðskálartunnilin, úr Skálabotni í rundkoyringina á Norðskála.

 

Árni Jacobsen sigur, at eitt er, at tað kavar, men tað er eisini so nógvur vindur, at tað er so nógv jarðrok og tað tarnar eisini arbeiðnum at grava. Hann sigur, at tað sær út til, at hetta verður lagið tað mesta av degnum.

 

Í løtuni er er ikki koyrandi á Vestmannavegnum, men nú, klokkan 9.30, verður skipað fyri raðkoyring á Vestmannavegnum, har tað verður koyrt aftan á maskinuni.  Men tað er ikki koyrand á Saksunarvegnum, Eiðisvegnum, Funningsfjarðarvegnum, Elduvíkarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og á Viðareiðsvegnum. Tað er heldur ikki koyrandi vestanfyri Norðskálatunnulin og somuleiðis er tað heldur ikki koyrandi á Oyggjarvegnum og á Fámjinsvegnum.

 

 

 

Myndin er frá Landsverki