Landsverk ávarar: Vegurin er sum á kalvabaki

Tað er ómetaliga hált og tað krevur størsta varsemi at koyra, sigur Landsverk

Nú tað er farið at myrkja, er tað eisini vorðið kaldari og tað hevur elvt til, at tað er serstakliga hált summastaðni.

 

Árni Jacobsen hjá Landsverk sigur, at frá Kollafjarðartunlinum, oman í rundkoyringina í Kollafirði, er ”heilt ekstremt hált  ,sum hann málber seg.

 

Men tað er eisini hált aðrastaðni.

 

Hann sigur, at tað krevur størsta varsemi og góð dekk at koyra í líkindum sum hesum.

 

Hann heitir eisini á bilførarar um at halda seg væl aftanfyri bilin frammanfyri, fyri at hava betri umstøður, skuldi ein óvæntað støða tikið seg upp.

 

Annars er hildið upp at at kava.

 

Men løgreglan sigur, at tað er ein trupulleiki, at fleiri fólk í bilum, sum ikki hava klárað seg, hava sett bilin frá sær og eru farin frá honum.

 

Tað seinkar gravingini og ferðsluni annars, sigur løgreglan.