Grønlendska Landstingið hevur við stórum meiriluta samtykt at lata Royal Greenland 500 milliónir krónur Helmingurin av hjálpini verður lagdur afturat tí almenna partinum av felagnum, og hin helmingin sleppur felagið at læna úr landskassanum.
Fýra tinglimir atkvøddu ímóti at veita Royal Greenland hjálpina, og teir níggju tinglimirnir hjá Siumut atkvøddu ikki.
Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, sigur tað vera løgið, at Siumut ikki vildi taka ábyrgd av nøkrum, sum hendi, meðan flokkurin sat við róðrið. Landsstýrisformaðurin legði afturat, at vónandi verður tað ikki neyðugt at hjálpa Royal Greenland við meiri pengum seinni.