Landstýrið lumpaði Løgtingið

Poul Michelsen løgtingsmaður Fólkafloksins í Suðurstreymoy leggur Landstýrið undir at hava lumpað Løgtingi undir viðgerðini av Fíggjarlógini fyri 2007.

Politikkur

Í lesarabrævi í dag skrivar Poul Michelsen, at tað var eitt mistak, tá hann atkvøddi fyri fíggjarlógini 2007, men:
“Eg vil tó ikki taka størri ábyrgd av mistakinum, enn eg veruliga havi. Eg havi verið í iva, um landsstýrið veruliga lumpaði orðingina um sendistovuna inn í viðmerkingarnar til fíggjarlógina, men eftir at hava lisið Bjarna Djurholm, eri eg sannførdur um, at hetta veruliga var so.”
Hann vísir á, at viðmerkingarnar um sendistovuna ikki vóru í viðmerkingunum til fíggjarlógina, við 1. viðgerð í oktober, og at tá fíggjarnevndin legði fíggjarlógaruppskotið fyri tinginum 19. desember, høvdu hvørki fíggjarnevndarlimir ella tinglimir stundir at lesa allan tekst, og tí varð bert taltilfarið gjøgnumgingið.
Poul Michelsen staðfestur:
“Fíggjarlógin fyri 2007 varð samtykt í einum ruðuleika av rossahandlum, og tá uppskotið, seint á kvøldi tann 21. december, bleiv samtykt, vóru tað bert fáir, sum vistu av láturligu sendistovutekstin. Løgmaður og Djurholm vóru so tveir av hesum.
Tað er tí ov bíligt av teimum at goyma seg aftan fyri tær 32 atkvøðurnar í tinginum, sum bert hava samtykt taltilfarið. Her er ikki farið rætt fram.”
Poul Michelsen sigur seg ikki vilja hava ábyrgd av skommini, og at hann fyri at rætta mistakið hevur lagt uppskotið fram um, at vit í Íslandi bert skulu flagga við føroyskum flaggi.
Hann sigur somuleiðis, at fyri hann er púra greitt, at sendistovuætlanin hjá løgmanni beinleiðis skaðar samvinnuna landanna millum.