Landsstýrismenn skulu ikki tvingast úr Løgtinginum

Tað skeiklar maktjavnvágina óneyðuga illa

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fekk einsamallur fleiri atkvøður, enn øll varafólkini fingu - tilsamans

Løgmaður, og landsstýrismenn, skulu ikki tvingast til at siga løgtingssessin frá sær.

Tað halda teir báðir tingmenninir fyri Miðflokkin, Bill Justinussen og Jenis av Rana. Stendur tað til teir báðar, verður stýriskipanarlógin broytt soleiðis, at løgmaður, og landsstýrismenn ikki longur skulu tvingast at siga sessin í Løgtinginum frá sær, tá ið tey verða vald í landsstýrið.

Teir báðir siga, at tað vanliga er, flokkarnir í eini samgongu seta fremstu valevnini í landsstýrið.

- Avleiðingin av tí er, at tey valevnini, sum eru best umtókt av fólkinum, noyðast at siga fólkavalda sessin frá sær og lata hann í hendurnar á øðrum valevnum við munandi færri atkvøðum, siga teir báðir.

- Hetta skeiklar valdsbýtið óneyðuga nógv og tí er tað ein fyrimunur fyri valdsbýtið, at fólkavaldir ráðharrar kunnu varðveita sín tingsess, halda teir báðir tinglimirnir fyri Miðflokkin.

Teir siga, at verður løgtingsvalið í fjør brúkt sum dømi, fingu øll varafólkini, sum tóku sæti á tingi eftir at samgongan varð skipað, færri atkvøður tilsamans, enn Aksel V. Johannesen, løgmaður, fekk einsamallur.