Á vitjanini varð greitt frá familjufyritøkuni, Christiani í Grótinum, sum hevur meiri enn 50 ár á baki.
- Meginpartin av tíðini hevur virksemi verið innan uppsjóvarvinnuna. Síðan aldaskiftið hevur fyritøkan lagt seg eftir at hava skip, har framleitt verður umborð, og alt av fiskinum verður gagnnýtt umborð. Hetta ger eisini, at Norðborg hevur skilt seg burturúr restini av uppsjóvarskipunum í Føroyum við hægri inntøku fyri hvørt kilo av fiski.
Tað vita tey í Fiskimálaráðnum at siga í dag.
- Fleiri týðandi evnir vórðu umrødd viðvíkjandi føroysku fiskivinnuni, harundir søguliga gongdin í sildafiskiskapinum. Spurningurin um burðardyggan fiskiskap og týdningurin av at fáa í lag semjur um fiskiskapin eftir sild, makreli og svartkjafti í Norðuratlantshavi, umframt um gagnnýtslu av øllum fiskinum, sum verður veiddur.
Vitjanin hjá fiskimálaráðharranum í Klaksvík er liður í rundferð hjá landsstýrismanninum at vitja fyritøkur kring landið. Endamálið er bæði at fáa innlit í virksemi hjá fyritøkunum og at umrøða viðurskifti, sum eru á dagsskrá í fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.
- Eitt av áhugaverdu málunum, sum arbeitt verður við í fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, er at fáa alt tilfeingið til lands.
Landsstýrismaðurin, Dennis Holm, sigur, at tað var sera áhugavert at fáa innlit í royndirnar hjá Norðborg við at framleiða umborð og gagnnýta allan fiskin, og hvussu hetta eisini gevur týðandi íkast til raksturin.