Landsstýrið hevur slept tí fremsta málinum

Hetta fer í hvussu so er ikki at gera tað bíligari hjá fólki

Hetta fer ikki at gera streymrokningina hjá fólki bíligari. Tað sigur Johan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, í eini stuttari viðmerking til semjuna, landsstýrið, kommunurnar og Sev gjørdu hendan dagin. Hann sigur, at semjan kemur eitt sindur óvart á hann, tí hon vísir bara, at landsstýrið hevur slept tí fremsta málinum í samgonguskjalinum. Í samgonguskjalinum varð stórur dentur lagdur á, at Sev skuldi skiljast sundur, so at sjálvt el-netið var eitt sjálvstøðugt felag. Men alt tað er slept í nýggju semjuni, sigur Johan í Niðristovu.

 

Les meiri her: Her er orkusemjan um Sev

 

Johan í Niðristovu sigur, at endamálið var at gera bíligan streym, men nú vísir tað seg, at netið verður ikki tikið burtur úr Sev, so alt verður við tað gamla.

 

– Sev berjist fyri sínum einkarrætti at gera streym, og tað hevur eydnast teimum væl, helt hann fyri á FM1 í gjár. Stjórin í Vindrøkt sigur, at semjan er ógvuliga einvegis, tí tey, sum hava snikkað semjuna til, eru bara umboð fyri landsstýrið, kommunurnar og Sev, uttan at nakar hevur fingið høvið til at siga sína hugsan.

 

Hann sigur, at longu í 2010 søkti Vindrøkt um loyvi at gera eina pumpuskipan í Vestmanna, men treytin var, at ætlanin skuldi kannast og góðkennast. Tá ið tann kanningin var liðug og Sev fekk alla vitanina, søkti Sev um at seta eina pumpuskipan upp – og nú hava tey fingið loyvi til tað.

 

Ein partur av semjuni er, at tað skal vera gjøgnumskygni í skipanini og at somu fólk ikki skulu ganga aftur í fleiri feløgum. Men Johan í Niðristovu sigur, at hetta er ikki nakað bati, tí tað verða somu eigarar, Sev og kommunurnar, sum eiga dótturfeløgini hjá. Sev. Tað eru eisini eigararnir, sum velja leiðsluna í hesum feløgum, og gera leiðslurnar ikki, sum eigarin vil, verða tær bara skiftar út.

 

– Úrslitið av hesi semjuni er, at nú hevur Sev rættiliga fingið bundið um, og hevur tryggjað sína monopolstøðu og avleiðingin er, at alt, sum eitur nýskapan, er kvalt, sigur stjórin í Vindrøkt. Hann er eisini sannførdur um, at prísurin á streymi fer í hvussu so er ikki at lækka, nú hendan semjan er gjørd.