Landsstevnan hjá Javna 2004

TÍÐINDASKRIV

Lívið
Sum heitið á árs- og arbeiðsætlan fyri 2004 valdu vit: Lívið og barnaøkið.
Í stevnumiðnum hjá Javna stendur:
Øllum - uttan mun til brek - skal tryggjast sami rættur til lívið.
Hetta varð væl lýst á øllum økisfundunum í mars mánað.
Spennandi vika
Í komandi viku hevur Javni fleiri tiltøk á skránni, ið enda við veitslu, har øll eru vælkomin.
Landsstevnan hjá Javna við veitsluni er eitt av hæddarpunktunum í árinum. Eisini aðalfundurin, hægsti mynduleiki felagsins hevur stóran týdning. Tað er henda dagin, ið limirnir kunnu geva til kennar um nevndin er á rættari leið.

Lógtingsfólk og
landsstýrismenn
Mánadagin skipar Javni fyri temadegi um fólk við menningartarni.
Henda dagin eru politikarnir bodnir at luttaka allan dagin.
Javni roynir at vera á varðhaldi og at vísa myndugleikunum á tørvin hjá teimum við menningartarni frá barni til ellisár.

Landsstevnan 24.apríl
Tað verður Maud Wang Hansen, leiðari á Verkstaðnum Vón, ið setur stevnuna á Hotel Hafnia leygardagin klokkan 14.
Á almanna fundinum fer Hans Pauli Strøm, almannaráðharri at røða um bústaðir og arbeiði hjá fólki við menningartarni.

Aðalfundurin
Aftaná stuttan steðg við drekkamunni verður aðalfundurin - sambart lógum felagsins - við Peter Even Djurhuus, sum fundarstjóra.

Veitslan
Tað er økisnevndin í Vágunum, ið skipar fyri veitsluni, sum verður í Bygdarhúsinum í Miðvági.
Byrjað verður kl. 19, har Jónhild Jørgensen, formaður í felagskommununi bjóðar vælkomin, áftaná spælir orkestrið Ælabogin.
Sum altíð verður skráin spennandi, við døgurða, undirhald og burturlutan.
Gestarøðari verður Eivind Jacobsen, borgarstjóri og gestasangari verður Eivind á Presttrøðni.
Aftaná spæla M?as Blues Band til dans.
Skipað verður fyri busskoyring úr Havn og aftur á kr. 100 fyri hvønn. Tilmelding neyðug!
Kostnaður fyri veitsluna er kr. 200 vaksin, børn 7 - 14 ár kr. 100
Tey, ið ætla sær við mugu skunda sær, tí tilmeldingar freistin er 19. apríl.
Ringjast kann til Javna 314827 ella senda teldupost javni@javni.fo
Øll eru hjartaliga vælkomin