Landsstýrismaðurin vanvirðir hoyringspartar og Løgtingið

Kristina Háfoss, Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
----
Landsstýrismaðurin í fíggj­ar­­málum hevur í fleiri stór­mál­um lagt lógir og lógar­broyt­ingar fyri Løgtingið utt­an at málini eru nóg væl lýst, uttan at hoyringssvar eru løgd við, og í fleiri førum uttan at hoyr­ings­freistin úti. Nevnast kunnu mál­ini um forskatting av pen­sjón­um, flatskatt, avtøku av Lands­banka Føroya og hildið kundi verið áfram, tí søgan end­ur­­tekur seg.

Lógarmál løgd fyri Løgtingið áðrenn hoyringsfreistin er úti
Í hesi vikuni – 12. november – eru málini 40, 41, 42 og 44 í tingárinum 2013 til fyrstu við­gerð á Løgtingi. Mál­ini vórðu framløgd á Løg­tingi 4. november, og er talan um umfatandi lógar­mál í sam­band við grund­leggjandi broytingar á eftir­lønar­øki­num.
Hetta eru mál við víð­fevnd­ari ávirkan á persón­ar, feløg, landskassa og komm­unurnar. Tí eru upp­skotini eisini send til 70 hoyrings­partar at við­merkja.
Men hóast hetta eru ongi hoyringssvar løgd við lóg­ar­­upp­­skot­unum, og eru lógarupp­skot­ini hartil als ikki til­lagað í mun til ynskir frá hoyr­ings­pørtum.
Tí hoyringsfreistin er ikki úti fyrr enn 15. november 2013!

Ein tilætlað strategi?
Hetta ger, at lógaruppskot verða løgd fyri Løgtingið uttan at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur til­lag­að hesi samsvarandi hoyr­ings­svarunum, og tá 1. við­gerð á Løgtingi enntá er áðrenn hoyr­ingsfreistin er av, hava løg­tingsfólk heldur ongan møgu­leika fyri, at verða upplýst til fullnar um avleiðingarnar av mál­inum, áðrenn hetta verður viðgjørt á Løgtingi.
Tá hetta hevur verið aftur­vendandi manna­gongd­in í fleiri stórmálum, tykist eitt greitt mynstur at gerast sjón­­ligt. Tykist tíverri at vera ein tilætlað strategi frá lands­stýris­mansins síðu, at lógaruppskot skulu ígjøg­num uttan at taka atlit til hoyringspartar, og utt­an at upplýsa málini til fullnar. Hetta má steðgast.
Tað er jú so nógv lættari at koyra skjótt, um koyrt verður uttan at hyggja til síð­urnar, og uttan at fylgja ferðslu­reglunum. Men rætt og trygt er hetta ikki, og av­leiðingarnar kunnu gerast álv­arsligar.

Landsstýrið ger hoyr­ingar meiningsleysar
Endamálið við hoyringum og hoyringssvarum fellur í stór­an mun burtur, um lógar­upp­skotið verður smíð­að, latið Løg­tinginum, og Løg­tingið enn­tá hevur 1. við­gerð uttan at hoyrings­svarini eru komin inn.
Tí endamálið er júst at tryggja, at grundarlagið und­ir einum lógaruppskoti er so gott sum møguligt, her­­undir at málið verður so væl upp­lýst sum møguligt, áðr­enn lands­­stýrisfólkið ger enda­liga upp­­skotið klárt at leggja fyri Løgtingið.
Grundað á hoyringssvarini ger landsstýrisfólkið síðan neyð­­ugar broytingar, áðr­­enn lógaruppskotið verð­ur lagt fyri á Løgtingi. Tá eiga hoyr­ingssvarini eis­ini at verða løgd við, so løg­tings­­fólk verða upplýst so væl sum møguligt, her­undir upplýst um, hvat landsstýrisfólkið hevur tikið við av viðmerkingum frá hoyr­ingspørtum og hvat ikki er tikið við.
Men hesi atlit eru øll sett til viks í samband við um­røddu málini, ið eru til við­gerð á Løgtingi hesa vikuna.

Hví lata inn hoyrings­svar, tá hesi onki hava at siga?
Hesin framferðarháttur und­irgrevur tí fólkaræðisligu skip­­­anina, og tað vil bara verða spurningur um tíð, til hoyr­ingspartar als ikki fara at lata hoyringssvar inn, tá hesi ikki verða tikin fyri fult, og ikki verða við í gerð av lógar­uppskotinum hjá lands­stýr­inum, og hartil heldur ikki eru tøk hjá løg­tingsfólkum, tá málið verður viðgjørt á Løgtingi.

Greitt brot á Ting­skipan Løgtingsins
Hetta er eisini greitt brot á Tingskipan Løgtingsins §37, stk. 3 har ásett verður, at í við­merkingunum til lógar­uppskot skal m.a. verða upp­lýst: ”hvørj­ir almennir stovnar ella aðrir hava havt uppskotið til um­mælis, og hvørjar við­merk­ingar teirra hava verið”.

Landsstýrismaðurin eigur at taka lógar­mál aftur
Hesin arbeiðsháttur hjá lands­stýrismanninum í fíggjar­mál­­um má broytast. Bræv er tí latið formansskapin í Løg­tinginum, har biðið verður um, at formansskapurin heitir á landsstýrismannin í fíggj­ar­málum um, at taka lógar­málini aftur.
Síðan kann landsstýris­mað­urin koma aftur í Løg­ting­ið við hesum, eftir at hoyringsfreistin 15. no­vemb­er er av, og eftir at Fíggj­ar­­mála­­ráð­ið hev­ur gjørt tær tillagingar í lógar­upp­skot­unum, ið verða mettar skila­góðar samsvarandi hoyr­ings­svarunum.

Hvar er eftirlitið hjá løgmanni?
Løgmaður hevur sambært Stýr­isskipanarlógini eftirlit við, at landsstýrisfólk um­sita sítt øki á fullgóðan og lóg­lig­an hátt, og at tryggja, at øll lógaruppskot, ið koma úr lands­­stýrinum eitt nú halda áset­ingarnar í Ting­skip­an Løg­tingsins. Í bræv­in­um til for­­mansskapin í Løg­ting­in­um verður tí eisini heitt á for­mans­skapin um, at heita á løgmann at tryggja, at so verður.

Hvar er løgfrøðliga eftirkanningin hjá landsstýrinum?
Leggjast kann afturat, at í áravís vórðu øll lógaruppskot frá landsstýrinum løg­frøði­liga eftirkannað á lógar­deild­ini, áðrenn hesi vórðu latin Løgtinginum. Hetta tryggj­aði, at lógarmálini vórðu væl upplýst, hildu allar ásetingar og vórðu orðað soleiðis, at ongin ivi var um, hvussu lógin skuldi umsitast. Henda løgfrøðiliga eftirkanning er nú burtur. Tí landsstýrið hevur valt at spara hana bur­tur seinastu árini. Hetta sæst týðiliga aftur í lógargóðskuni, og kemur hetta at kosta sam­felagnum dýrt yvir tíð, m.a. tí ógreitt er, hvussu lógir skulu skiljast og fyrisitast, og eisini mugu lógir broytast munandi oftari, tí feilir skulu rættast.
Tað er neyðugt at fáa end­ur­reist hesa løgfrøðiligu eftir­kanning.

Lógarsjusk er til vansa fyri rættartry gd og fólkið
Í verandi støðu vanvirðir lands­stýrismaðurin í fíggjar­mál­um hoyringspartar og Løg­tingið.
Tað er alneyðugt at fáa broytt verandi fram­ferðar­hátt sum skjótast. Eisini má løg­frøði­liga eftirkanningin av øll­um lógaruppskotum end­ur­reistast. Tí verandi støða tænir ongum, uttan teim­um, ið ikki ynskja eitt fult upplýst og vælgrundað lógar­verk.
Tíðin er komin til at siga frá, at markið fyri lógarsjusk fyri langari tíð síðan er rokkið, og at ítøkilig stig skulu takast fyri at grundleggjandi partar av rættarsamfelagi og fólkaræðisligu skipan okkara ikki verða undirgrivnir, men hinvegin skulu virðast og styrkj­ast.