Tað hevur verið kaldligt ímillum Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, og føroysku sjúkrakassarnir seinastu mánaðirnar.
Men hesar seinastu dagarnar er tað blivið rættiliga ísakalt.
Tað eru 40 milliónir krónur, sum eru orsøkin til kuldabrúnna ímillum sjúkrakassarnar og landsstýrismannin.
Á midnátt í annaðkvøld halda gomlu sjúkrakassarnir uppat, tí tá verða allir limirnir í sjúkrakassanum fluttur yvir í almennu heilsutrygdina, sum fer at virka nýggjársdag.
Men sjúkrakassarnir eiga einar 40 milliónir krónur á bók og tað er hesa upphæddina, sum stríðið stendur um.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum vil hava, at peningurin verður settur í ein almennan heilsugrunn, sum skal fíggja gransking og onnur almannagagnlig heilsumál.
Sjúkrakassarnir hinvegin vilja halda fram sum ein privat sjúkratrygging og vilja varðveita tær 40 milliónirnar sum stovnsfæ í eini slíkari trygging. Hetta skal vera ein sjálvboðin trygging við fyrimynd í Sygesikringen Danmark, sum skal vera sjálvboðin og sum føroyingar kunnu tekna seg í sum eitt ískoyti til almennu heilsutrygdina.
Samráðingarnar steðgaðar
Seinastu mánaðirnar hava samráðingar verið ímillum landsstýrismannin og sjúkrakassarnar um ognirnar hjá sjúkrakassanum.
Men nú noyðist Aksel V. Johannesen at staðfesta, at samráðingarnar bóru ikki frukt og at steðgur er komin í.
Hann leggur afturat, at nú eru ongar samráðingar longur.
Tí ætlar hann at leggja uppskot fyri Løgtingið í vár um at stovna áðurnevnda heilsugrunn við teimum 40 milliónunum, sum sjúkrakassarnir eiga.
Hann leggur kortini afturat, at tað skal sjálvandi viðgerast í politisku skipanini fyrst.
Men so er vandi fyri, at landsstýrismaðurin verður drigin í rættin, tí sjúkrakassarnir hava fyrr boðað frá, at fer landskassin við pengunum í ein heilsugrunn, er talan um ognartøku og at tey eru til reiðar at fara í rættin við málinum.
Fann seg ikki í revolvarapolitikki
Aksel V. Johannesen sigur, at ætlanin hevur verið, at í eini skiftistíð skuldi tað vera sjúkrakassarnir, sum skuldu umsita nýggju heilsutrygdina til nýggi stovnurin hevði funnið fótafestið.
- Tað hevur verið semja ímillum báðar partar um tað, sigur landsstýrismaðurin.
- Men beint fyri jól boðaðu sjúkrakassarnir mær frá, at teir vildu ikki átaka sær at umsita nýggju heilsutrygdina frá 1. januar, uttan so, at ein loysn fyrst verður funnin á ognunum upp á tær 40 milliónirnar.
Og tað skuldi vera ein loysn, har sjúkrakassin fekk helvtina av ognunum til eina privata sjúkratrygging.
Men hetta uppfataði landsstýrismaðurin sum revolvarapolitikk, sum hann ikki vildi finna seg í.
- Eg finni meg ikki í hóttanum at hesum slagi og tí boðaði eg sjúkrakassanum frá, at tað kemur ikki upp á tal og at teir sostatt heldur ikki skulu umsita heilsutrygdina frá 1. januar.
Tískil landsstýrismaðurin nú fyri at finna eina aðra loysn.
- Seinastu dagarnar hava samráðingar verið við aðrar partar um at umsita heilsutrygdina, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann vil ikki siga, hvønn samráðst verður við, men hann vissar um, at ein forsvarlig loysn verður funnin fyri 1. januar, so at heilsutrygdin er í góðum hondum frá fyrsta degi.
Grunnur ella trygging
Aksel V. Johannesen vil hava at ognin hjá sjúkrakassanum, sum er einar 40 milliónir, skulu fylgja við yvir í nýggju Heilsutrygdina. Men peningurin skal ikki brúkast til rakstur, men markast til heilt ávís endamál, sum koma øllum til góðar.
Tí vil habb brúka peningin til at stovna ein heilsugrunn, sum kann útbúgva kommunulæknar og serlæknar og sum kann styrkja og framtíðartryggja kommunulæknaskipanina. Grunnurin kann eisini stuðla heilsugransking og annað, sum kemur øllum til góðar og ikki bara einum fátali.
Hansara sjónarmið er, at varðveitir sjúkrakassin peningin til eina privata trygging, verða tað nøkur fá, sum fara við øllum ognunum hjá øllum føroyingum, tí hann er sannførdur um, at tað verða bara tey vælbjargaðu, sum fara at tekna eina sjálvbodna trygging afturat almennu heilsutrygdini.
Sjúkrakassin kallar hetta ognartøku, sum tey fara at seta seg ímóti og tey vilja seta eina privata trygging á stovn, sum skal hjálpa fólki, har almenna heilsutrygdin ikki røkkur.
Les eisini greinina: Sakarmál er síðsti útvegur