Landsstýrismaðurin á kunningarferð í Suðuroynni

Hann fekk kunnað seg um umstøðurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi

 

Nýsetti landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur verið á ferð í Suðuroy, har hann hevur kunnað seg við umstøðurnar, og virksemið á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Við sær hevði hann aðalstjóran í heilsumálaráðnum, Turið Arge, og somuleiðis vóru stjórarnir á hinum báðu sjúkrahúsinum við á ferðini, nevniliga, Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, og Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

##med2##

 

Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur, at tey vístu teimum runt á øllum deildunum á sjúkrahúsinum, har landsstýrismaðurin, og hinir gestirnir, eisini fingu høvi til at heilsa uppá starvsfólkini.

Tey fingu kunning um virksemið á sjúkrahúsinum, hvørjar kanningar verða gjørdar, og hvørjar viðgerðir, og onnur tilboð, tey hava, bæði til sjúklingar í Suðuroy sjálvari, men eisini til sjúklingar í øllum landinum sum heild.

##med3##

 

Eitt nú hevur Suðuroyar Sjúkrahús sera góðar umstøður til fysioterapi og endurvenjing, har tey eisini hava ein hyl við serlig heitum vatni til venjingar.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava tey eisini eina pínuklinikk, sum er tann einasta í landinum, og hagar fólk úr øllum landinum leita sær fyri at fáa linnandi viðgerð.

##med4##

 

Tey vístu eisini landsstýrismanninum nýggja CT skannaran, sum tey hava havt á Suðuroyar Sjúkrahúsi í fleiri mánaðir, men sum tey enn ikki hava fingið tikið í nýtslu, tí tey tey mangla radiografar til at arbeiða við skannaranum.

Tað vóna tey at fáa í rættlag næsta ár.