Landsstýrismaðurin í heilsumálum má taka seg saman

Havi ongantíð skilt, hví landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, er so altráður eftir at niðurleggja føðideildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Men nú hann í grein og miðlum annars, er farin at nýta yvirorðaðar rætningslinjur í einum riti frá Danska Heilsustýrinum í eini roynd at verja sína ivasomu avgerð, er hann eftir míni meting farin heilt av leið.

Skulu leiðreglurnar hjá Heilsustýrinum, sum landsstýrismaðurin vísir til, fylgjast í verki, má føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi niðurleggjast í stundini, og tað er eisini ivasamt, um umstøðurnar á Landssjúkrahúsinum eru nøktandi.

Sostatt skulu barnakonur av landinum at eiga, um leiðreglurnar hjá Heilsustýrinum skulu fylgjast. Hetta ber sjálvsagt ikki til.

Mønustingurin fyri smærru sjúkrahúsini
At Hans Pauli Strøm (HPS), fyrrverandi landsstýrismaður, hevur havt stóra ávirkan á førda politikkin í heilsumálaráðnum síðan Aksel gjørdist landsstýrismaður, hevur neyvan verið til frama fyri smærru sjúkrahúsini. Men nú Danska Heilsustýrið eftir øllum at døma skal gera av, hvussu vit skipa uppgávurnar millum sjúkrahúsini í Føroyum, verður tað mønustingurin fyri smærru sjúkrahúsini.

Lítið avgjørdur um urologiina
Samgongan arbeiðir við at skipa ávísar heimtøkuverkætlanir, sum varandi sergreinar í Føroyum.

Eitt nú hava eg sjálvur og aðrir samgongulimir strongt á landsstýrismannin um at skipa urologi sum nýggja permanenta sergrein á Klaksvikar Sjúkrahúsi beinanveg.

Tað var tí sera skuffandi at hoyra landsstýrismannin í Útvarpinum í vikuni siga, at hann ikki enn hevði tikið støðu til á hvørjum sjúkrahúsi urologiin fer at verða staðsett.

Vónandi hava HPS og Heilsustýrið ikki ein fingur við í hesari avgerðini eisini.

Urologiin hevur í longri tíð virkað sum heimtøkuverkætlan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Læknarnir, sum koma uttanífrá, kenna umstøðurnar, og starvsfólkini á sjúkrahúsinum kenna viðgerðirnar. Tað er tí púra natúrligt, at sergreinin verður staðsett har.

Tak teg saman Aksel!