Landsstýrismaðurin avmonterar fólkaræðið

Tað ber ikki til, at hvør tele­fon­sam­røða og hvørt komma í mál­inum um størstu sam­ferðsl­u­út­bygg­ing nakr­an­tíð í Før­oy­um, mill­i­ard­a­íløg­an Skálafjarðartunnilin, bara kann dyljast fyri al­menn­ing­i­num. Føroysk Miðlafólk krevja opinleika

Hvat ger ein sperdur lands­stýr­is­­maður, tá hann ikki fær trumfað júst sín vilja ígjøg­num, tí fólkaræðið við tess skipa­num, institusjónum og mann­a­gongdum forða hon­um í tí?
Kári P. Højgaard ger tað upp á sín máta viðvíkjandi størs­tu sam­ferðsl­u­í­løgu nakr­­an­­­tíð ­í Før­oy­um, Skála­­fjarð­­­ar­­tunl­i­num, eisini nevn­d­­ur Eystur­oyar­tunnilin – um­veg­­is sítt lýdna embætisverk og væl hjálptur av flestu sam­­gong­­u­­fel­øg­um sínum og kanska onkr­um andstøðulimi við: Hann avmonterar ella by-passar bara allar forð­ing­ar­­nar. Atgongdin at hava eft­ir­lit við, um hann sum lands­stýr­is­­mað­ur ger sítt arbeiði í sam­­svar við lógina, og um alt annars er rætt handfarið, verð­ur tikin burtur við kate­gor­iskt at nokta innlit í nak­að sum helst, sum hevur við hetta mál at gera.
Somuleiðis verður møgu­leik­­in hjá løgtingslimunum at kenna fortreytirnar, ið eru av­gerandi fyri yvirhøvur at tøku støðu í málinum um Skála­­fjarðartunnilin, tikin burt­­ur, og Kappingarráðið hev­u­­r onki at skula havt sagt.
Men tað KANN ikki bera til, at ALT samskiftið, sum Kári P. Højgaard, lands­stýr­is­mað­­ur í innlendismálum, og hans­ara aðalráð hava havt við privata danska tunn­ils­­felagið, Copenhagen In­fr­a­­structure Partners, CIP, og ALT fyrireikandi arbeiðið í um­sitingini er undantikið lóg­­ini um alment innlit.
Kortini er svarið bums nei, tá miðlar royna at fáa bara eitt lítið sindur at vita um avtaluna um eink­a­rrætt at gera og reka Skál­a­fjarð­ar­tunn­il­in.
Við loyvi frá Jón Briani Hvidt­­feldt, tíðindaleiðara í Miðla­hús­inum, endurgevi eg her eina av hansara mongu um­­bønum um alment innlit og svar­ið, hann hevur fingið frá Inn­lend­is­mála­ráðnum­. Um­­bønin er send við teldu­posti 19. apríl 2013.
Til Innlendismálaráðið
Att: Rúni Joensen

Vísandi til innlitslógina verð­­ur hervið biðið um inn­lit í fylgjandi, ið alt hev­ur sam­band við Eyst­ur­oy­ar­tunn­il­in:
• Alt tilfar í samband við ú­t­­bjóð­ing­ina, ið endaði 17. apríl
• Alt tilfar, ið liggur til grund fyri at velja ta fyri­tøk­u, sum nú verður farið í real­i­tets­­sam­­ráðingar við

Vinarliga vátta móttøku
Heilsan
Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari
Miðlahúsið

Og svarið, sum hann fær 10 dag­­ar seinni – absolutta há­mark­­ið fyri, hvussu lengi ein al­mennur mynd­ug­leiki hev­­ur loyvi at forhála eitt svar upp á eina umbøn um al­­ment innlit:
Innlendismálaráðið hev­ur mót­tikið skriv tygara dag­­fest 19. apríl 2013, har bið­ið verður um innlit í skjal­a­til­far, viðvíkjandi ætl­aðu verk­ætlan­ini “Eyst­u­roy­ar­tunn­l­in”.
Innlendismálaráðið er í eini sam­ráð­ingartilgongd um treyt­ir fyri at lata einum sam­­starvs­parti einkarætt at bygg­ja, reka og fíggja und­ir­sjóv­ar­­tunnil undir Skálafjörð og Tanga­fjörð, og ikki ber til at föra slíkar samráðingar alment. Um givið verður al­ment innlit í málið, er stórur vandi fyri, at tað fer at ávirka endaliga úrslitið av sam­ráðingunum til tað verra, og í ringasta föri kann tað for­koma ætlanini.
Tí kann Inn­lend­is­mál­a­ráð­ið tíverri ikki kann ganga umbön tygara á möti. Av­gerðin er vísandi oman fyri nevndu orsök grundað á § 13, stk. 1. nr. 5)–6) í lögtingslóg nr. 133 frá 10 juni 1993 um innlit í fyr­isitingina.

Vegna Innlendismálaráðið
Kaj Johannessen, fulltrúi
Umbønin er send til Rúna Jo­ensen, aðalstjóra, og svar­að av Kaj Johannesen, full­trúða. Tað eru somu menn, sum varða av øllum mál­inum í umsitingini í Inn­lend­is­málaráðnum, t.e øll­um samskiftinum og sam­ráð­ing­unum við CIP. Teir sleppa sostatt sjálvir at gera av, hvussu neyvt alment eft­ir­lit nakar sleppir at hava við teimum, og í hesum før­inum hava teir so avgjørt, a­t al­menn­ingurin onki sum helst skal hava at vita um teirra virk­semi.
Tað er eisini vert at leggja til merkis hetta brotið í svar­i­num:
Um givið verður alment inn­lit í málið, er stór­ur vandi fyri, at tað fer at áv­irka endaliga úrslitið av sam­ráð­ing­unum til tað verra, og í ringasta föri kann tað for­koma ætlanini.
Her er talan um subjektiva mot­i­v­­g­ransking og ikki eina ob­jek­­tiva meting við støði í lóg­ini um alment innlit. Kaj Jo­hann­e­­ssen situr og gitir um, hvat innlitið skal brúkast til, og hvussu upplýsingarnar møg­u­lig fara at ávirka málið, tá tær verða almennar. Kaj Jo­hann­es­sen eigur bara at meta um, hvørt umsøkjarin hev­ur løgligan rætt til upp­lýsi­ngar­nar ­ella ikki, og hevur absolutt onki at gera við, hvussu tær síðani verða brúkt­ar og loftaðar.
Kaj Johannessen sigur § 13, stk. 1, nr. 5) – 6) í lógini um alment innlit vera grund­ar­lagið fyri at nokta hesi um­bøn­ini um alment innlit.
§ 13, stk. 1 sum hevur seks ymiskar, útgreinandi á­set­ing­ar um avmarking í rættinum til skjalainnlit. Nevndu á­set­ing­ar­nar avmarka innlitið við­víkj­andi:
5) fíggjarligu á­hug­a­mál­u­num hjá tí almenna, herundir fremj­ing av vinnuvirksemi tess almenna ella
6) privatum ella al­menn­um áhugamálum, har tað vegna serligar umstøður í hesum føri er neyðugt at dylja málið.
Men í § 13, stk. 2 stendur so­leiðis:
Um umstøður, sum nevnd­ar í stk. 1 bert gera seg galdandi fyri ein part av einum skjali, skal við­kom­andi gerast kunnigur við restina av innihaldinum í skjal­inum.
Vi­ð øðrum orðum skuldi Inn­lend­is­málaráðið havt stri­kað út yvir loyniligu upp­lýs­ing­arnar, um tað metti ávísar upplýsingar vera so viðkvæmar, at tær skuldu dyljast, og latið innlit í rest­ina. Soleiðis er eisini vanligt at gera.
Tað er eisini góð siðvenja sum minstamark at upplýsa, hvørji skjøl eru í málinum, sum innlit ikki verður latið í.
Við sínum noktandi svari stað­fest­ir Inn­lend­is­mál­a­ráð­ið, at ALT í málinum, hvør ein­asta telefonsamrøða og hvør einasti skrivaði bók­stav­ur, kann fjalast fyri al­menn­ing­inum í samsvar við lóg­ina um alment innlit.
Sum eitt kuriosum kann nevnast, at í lóg­ar­upp­skot­i­num hjá Kára P. Højgaard um Skál­a­fjarðartunnilin er ein á­set­ing um, at avtalan um eink­a­rrætt ikki skal verða fevnd av lógini um alment inn­lit.
Men henda ásetingin kann ikki brúkast sum grund­arlag fyri at siga nei, tí tann lógin er sum kunnugt til við­gerðar í Løgtinginum og ikki samtykt.
Tí er tað bara lógin um alment innlit, sum lands­stýr­is­mað­ur­in og hansara e­m­bætisverk kunnu brúka sum grund­arlag fyri annaðhvørt at játta ell nokta umbønum um al­ment innlit.
Einhvør kann siga sær sjálv­um, at tað kann ikki vera rætt, at lógarheimild er fyri at dylja ALT.
Men tað er effektivt, tá dem­o­kratisku skipanirnar ger­ast ein bági.
Vegna Føroysk Miðlafólk fari eg tí við hesum opna brævi at krevja, at annar løg­frøðiligur myndugleiki enn Innlendismálaráðið við­ger umbønir um al­ment innlit í málið um Skál­a­fjarð­ar­tunn­il­in.
Samstundis heiti eg á all­ar miðlar um beinanvegin at kæra noktandi svar um al­ment innlit í hetta málið til Løg­ting­s­ins umboðsmann.