Dagar sum hesar skulu brúkast til at vera úti í. Eisini tá man er landsstýrismaður.
Í dag hevur MC-felagið skipað fyri túri í Eysturoynna, og steðgað var millum annað á í Norðragøtu, har veðrið, sum tað eisini er um størsta partin av landinum í dag, er av tí allar, allar fagrasta.
Ein av teimum, sum var við í ferðalagnum, var Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, sum nú hevur koyrt motorsúkklu í nøkur ár.
- Eg havi frí í dag, so nei, tað vil eg ikki, segði hann avgjørdur, tá Portal.fo vildi hava mynd av honum í leðurbúna á motorsúkkluni.
Hann var tó prátingarsamur, hóast hann ikki vildi avmyndast.
- Hetta er ein góður máti at halda frí. Og um stutta tíð fara átta ella níggju pør av landinum. Vit fara til Danmarkar, men skulu koyra niður í Europa, sigur Johan Dahl.
Myndirnar eru tiknar í Sarpugerði, har bólkurin steðgaði á eina løtu, áðrenn tey fóru víðari fyri at fáa sær ein kaffimunn onkustaðni.









