Landsstýrismálanevndin arbeiðir framvegis við kæruni um Høgna Hoydal, landsstýrismann
Meginfelag Útróðrarmanna kærdi landsstýrismannin fyri at hava brotið reglur í samband við fiskiveiðu undir Føroyum.
Meginfelag Útróðrarmanna hevur fingið skriv frá landsstýrismálanevndini, har nevndin vil hava útgreinað partar av kæruni.
Landsstýrismálanevndin vil hava at vita hvat meinast við, tá ið sagt verður: ‘Óviðkomandi og ófullfíggjað eftirkannan av heimildargrundarlagnum fyri íverksetan av átøkum og diskriminerandi inntrivum’.
Í langa svarinum vísir Meginfelag Útróðrarmanna á, at skeivar mannagongdir eru brúktar, tá ið summi skip eru skerd í teirra veiðumøguleikum, meðan onnur ikki eru tað.
Felagið skrivar: Vit loyva okkum at brúka høvið til at føra fram okkara undran yvir, at landsstýrismaðurin ikki hevur brúkt og útbygt tær heimildir, sum eru í lógini fyri at røkka tí endamáli, ið annars verður borið fram í uppskotinum.