Landsstýrisfólk kunnu gloyma parkeringsskivuna

Flest øll, ið búgva ella hava sína dagliga gongd í miðbýnum í Havn kunnu semjast um, at parkeringsviðurskiftini als ikki eru nøktandi.


Hjá borgarum, sum hava bústað í miðbýnum, var annars ein loysn í eygsjón, tí seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við at útvega parkeringsloyvir til borgarar, men á síðsta býráðsfundi, varð avgjørt at koyra málið aftur í nevnd, og er nú óvist, nær málið kemur fyri býráðið aftur.


Men tey eru nøkur, ið als ongan trupulleika hava at sleppa av við bilin í miðbýnum. Summi hava privat parkeringspláss, meðan onnur, sum t.d. Løgtingið, rinda fyri parkering. Men so er tað uppaftur nøkur onnur, ið ókeypis sleppa at brúka almenn parkeringspláss sum tað vóru teirra egnu.


Harímillum teljast landsstýrisfólk. Ferðslunevndin, ið er ein nevnd við umboðum frá løgregluni og Tórshavnar kommunu, hevur nevniliga avgjørt, at landsstýrisfólk, óansæð um teirra skrivstova er í Tinganesi, sum t.d. hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, ella aðrastaðnis í býnum, sum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, fáa eitt serligt parkeringsloyvi, ið loyvir teimum at brúka ymisk parkeringspláss nærhendis Tinganesi.


Myndin til greinina vísir eitt slíkt loyvi, ið gevur viðkomandi landsstýrisfólki loyvi at parkera uttan tíðaravmarking Undir Kjallara, á Kongabrúnni og á P-økinum á Bursatanga.


So meðan vanligi borgarin má brynja seg við toli, so kann staðfestast, at landsstýrisfólk hava lagaligari treytir enn onnur.