Landsstýrið vil leggja kommunurnar í spennitroyggju

Samstundis, sum fíggjarmálaráðharrin vil hava størri vald á landsins kommunum fyri at stýra teirra fíggjarstøðu, er veruliga støðan, at nógv tann størsti parturin av kommununum hava góð fíggjarviðurskifti við lítlari skuld

Føroysku kommunurnar skulu leggjast í spennitroyggju.

Hetta hevur verið strembanin hjá Landsstýrinum í fleiri ár, og royndirnar at fjøtra kommunurnar og kommunala sjálvræðið halda fram.

Seinast er tað Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur boðað frá, at hann vil hava størri vald á kommununum.

Ítøkiliga vil hann nú hava Løgtingið at geva sær heimild til at geva kommunum ordra til, at tær skulu brúka sítt gjaldføri ella fíggjarognir til at niðurgjalda skuld.

Landsstýrismaðurin vil sleppa at fáast við bruttoskuld hjá kommunum heldur enn nettoskuld.

Tummilskrúvurnar skulu strammast.

Kommunurnar væl fyri fíggjarliga
Í fyrstu atløgu kann tankin um at niðurgjalda skuld kennast skilagóður. Tað er jú altíð positivt at gjalda niður skuld.

Men tá man hyggur nærri at hesum tankanum og heldur hann upp móti veruleikanum, dettur argumentatiónin hjá landsstýrismanninum sundur.

Veruleikin er, at flestu av landsins kommunum hava gott skil á sínum fíggjarligu viðurskiftum, og flestu kommunur eru undir almenna skuldarmarkinum, sum er ein skattaálíkning.

Hetta er tann greiða myndin, ið fæst burturúr, tá kommunurnar samskifta sínamillum um fíggjarviðurskifti.

Fyri at tað ikki skal vera lygn, so vísir ein uppgerð frá Fíggjarmálaráðnum tað sama.

Fíggjarmálaráðið er sum kunnugt aðalráðið, har Jóannes Eidesgaard er ovasti leiðari.

Uppgerðin er gjørd pr. 1. jan. 2011, og hon vísir, at bert seks av landsins 30 kommunum skylda meira enn eina álíkning.

Skorið út í papp merkir hetta, at nógv tann størsti parturin av landsins kommunum heldur seg innan fyri almenna skuldarmarkið.

Hetta merkir eisini, at nógv tann størsti parturin av kommununum rindar niður skuld. Væl at merkja uttan at fíggjarmálaráðharrin hevur fingið nevndu heimild frá Løgtinginum til at fjarstýra kommunurnar við.

Og at enda merkir hetta eisini, at fíggjarmálaráðharrin hevur onga fíggjarliga ella faktuelt grundaða orsøk til at trýsta kommunurnar inn í eina fíggjarliga spennitroyggju.

Allar kommunur í sama posa
Sum borgarstjóri í landsins størstu kommunu fari eg at heita á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at gevast við royndunum at leggja kommunurnar í fíggjarliga spennitroyggju.

Harumframt haldi eg tað vera sera ódámligt, at ein landsstýrismaður setur eitt skuldarspjaldur á allar kommunur í landinum, hóast næstan allar kommunur hava gott stýr á skuldini.

Fyri Tórshavnar Kommunu kann eg siga, at vit eru langt frá skuldarmarkinum, sum er ein skattaálíkning. Loftið hjá Tórshavnar Kommunu er á leið 700 mió. kr., men skuldin hjá kommununi er niðri á 174 mió. kr. Hetta er veruleikin, hóast Tórshavnar Kommuna fyri 2011 hevur gjørt eina virksemisskapandi fíggjarætlan.

Lat meg leggja afturat, at allar íløgur hjá Tórshavnar Kommunu í 2011 eru skattafíggjaðar – ikki lánsfíggjaðar.

Og lat meg undirstrika við einari tjúkkari reyðari striku, at í Tórshavn eru vit langt burtur frá skuldarmarkinum!

Tí skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálaráðnum halda seg frá at mála eina mynd uttan hald í veruleikanum.

Álop á kommunala sjálvræðið
Ætlanin hjá fíggjarmálaráðharranum um at biða Løgtingið um heimild at fjarstýra kommununum er úttrykk fyri, at Landsstýrið vil hava alt valdið í Føroyum.

Man fær tað fatan, at Landsstýrið helst vil koma heilt hagar til, at kommunurnar hvørt ár skulu banka á dyrnar úti í Tinganesi og biða um pengar at reka kommunala økið fyri.

Hetta er skeiv leið at ganga.

Kommunurnar í Føroyum skulu varðveita sítt sjálvræði.

Tað eru vit í kommununum, sum hava fingrarnar djúpt niðri í kommunalu moldini. Kommunurnar hava følingina við, hvat rørir seg hjá okkum. Og tað eru vit í kommununum, sum hava áhuga í at røkja kommunalu økini í tráð við tørvin og ynskini frá okkara borgarum.

Landsstýrið og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skulu halda fingrarnar langt burtur frá kommunala sjálvræðinum.