Jóannes Eidesgaard, løgmaður skrivar í bløðunum í gjár, at landsstýrið ætlar ikki at seta eitt føroyskt fíggjareftirlit á stovn, men bert at yvirtaka politisku og umsitingarligu ábyrgdina av fíggjarøkinum. Løgmaður sigur: “Talan verður ikki um, at vit skulu seta á stovn eitt fíggjareftirlit við kanska hálvthundrað serfrøðingum, sum onkur hevur róð framundir. Vit taka ábyrgdina, men fara ivaleyst at gera eina avtalu við eitt eftirlit, sum kann átaka sær hesa uppgávuna okkara vegna. Sannlíkt er, at endin verður, at vit gera eina avtalu við danska fíggjareftirlitið um, at tey røkja hesa uppgávu framyvir okkara vegna og fyri eitt gjald, sum tað almenna má gjalda.”
Hetta er helst søtur musikkur í oyrunum á nógvum. Men truðulleikin er bara, at hetta samsvara als ikki við tað, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður hevur sagt um sama mál.
Í sjónvarpskjaki tann 4. mars segði Karsten Hansen, at ein orsøk til at landsstýrið vil yvirtaka fíggjareftirlitið, er, at hetta er ein av treytunum fyri EFTA limaskapi, og so er hetta eisini ein liður í ætlanini at uppbyggja eitt sjálvstøðugt føroyskt samfelag. Og so legði hann afturat: “Og hevur man eitt sjálvstøðugt føroyskt samfelag, so mást tú hava eitt fíggjareftirlit eisini, sum er føroyskt”.
Seinni í kjakinum segði Karsten Hansen: “Eg trúgvi at í hesum her landinum, sum eg millum annað eri settur sum ein partur av til at stjórna, býr fult av dugnaligum fólki. Og tað eru fleiri uttanlanda, sum vilja gjarna sleppa heim at fáa viðkomandi størv og so víðari. Vit skilda okkara samfelag at taka hond um okkum sjálvi og virðiliga at fáa hesi her tingini uppá pláss...”
So er spurningurin: Hvørji størv ætlar Karsten Hansen at fáa føroyingar uttanldans at flyta heim til, um tað framhaldandi verður danska fíggjareftirlitið, sum skal hava allar praktiskar uppgávur av hesum málinum?