Tey lágløntu i Starvsmannafelagnum fáa eina munagóða lønarhækking, og tað er alla æru vert, tí tey liggja í nógvum førum væl niðan fyri lønirnar á privata arbeiðsmarknaðinum. Harafturat verður lønarskipanin einfaldari. Eisini eggjar nýggi sáttmálin limum í Starvsmannafelagnum til støðugt at menna seg og fáa ein ágóða burtur úr tí. Tað er neyðugt, um vit skulu hava ein effektivan almennan sektor og eitt dynamiskt samfelag.
Starvsmannafelagið og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fegnast um nýggja sáttmálan, men tað ger løgmaður ikki. Og tað er kanska skilligt. Fyri tað fyrsta tí, at tann nýggi sáttmálin kostar tí almenna nógv, og fyri tað annað fer hann óivað at hava avleiðingar fyri aðrar sáttmálasamráðingar, eisini á privata arbeiðsmarknaðinum.
Øll ásanna, at flestu prísir eru farnir nógv upp tey seinastu árini, og tí er torført hjá vanligum løntakarum at fáa tað at røkka til í húsarhaldinum. Tá øll ásanna hetta, er neyðugt, at tann tøka reallønin verður størri, serliga hjá lág- og meðalinntøkunum.
So er spurningurin, um lønarhækking er einasti møguleikin? Fakfeløg samráðast um lønina og ikki um skatt og avgjøld, men spurningurin er, um ein skattalætti ikki hevði avmarkað tey høgu lønarkrøvini? Tí, sum Anfinn Kalsberg, sigur, ein stór lønarhækking er ein skrúva uttan enda: Hon elvir til verri kappingarføri, og skapar hægri kostnaðarstig og inflatión.
Men hví syrgdi løgmaður ikki fyri, at føroyskir løntakarar fingu ein skattalætta, sum merktist? Tá Fíggjarmálastýrið ikki kom við uppskoti um lægri skatt ? m.a. eftir kravboði frá Fólkaflokkinum ? kundi Fólkaflokkurin tikið undir við skattauppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum!!! Men Tjóðveldisflokkurin rópti hann upp á pláss.
Men hvat ger Tjóðveldisflokkurin ? sum við hvørt høvi tosar um búskaparliga ábyrgd, og hvørki kann lækka bensin, olju, skatt ella varðveita rentufrádrátt ? , nú? Jú, hann slóðar fyri eini lønarhækking, sum er stór, og sum hevur ókendar búskaparligar avleiðingar við sær?