Landsstýrið ætlar nú at taka meiri pengar frá fólki

?Samstundis sum Landsstýrið lovar at seta skattin niður, er ætlanin er at seta eina dulda skattahækking í verk, og tað góðtaka fakfeløgini ikki, sigur Ingeborg Vinther

Skattur

? Nú fólk fáa ein møguleika at spara eitt lítið sindur av pengum, má landsstýrið ikki sleppa at leggja hald á teir.
Politikkurin hjá Landsstýrinum hevur enn einaferð fingið fakfeløgini at ressast við.
Tað er spurningurin um inngjaldið til Arbeiðsloysisskipanina, sum nú fáa fakfeløgini at reisast ímóti Landsstýrinum.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at nú ætlanin er at lækka inngjaldið til ALS, ætlar Landsstýrið at leggja hald á peningin og tað góðtaka fakfeløgini ikki.
Hon sigur, at seinni verður stórur fundur ímillum øll fakfeløgini, har tey fara at viðgera málið og sat taka støðu til, hvat skal gerast.
Beinleiðis orsøkin til, at fakfeløgini nú ætla at mótmæla politikkinum hjá Landsstýrinum, er, at nú er ætlanin at lækka inngjhaldið til Als.
? Í tí sambandi eru tað politikarar í Landsstýrinum, sum rógva framundir, at peningurin, sum fólk spara av teirri orsøk, skal gjaldast í Barnsburðargrunnin so at tað verður ráð til at longja farloyvið upp í 52 vikur. Tað hevur eisini verið nevnt, at tað skal brúkast til at fíggja karendsdagar við.
? Hetta kann ikki koma upp á tal, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tað er fólkið sjálvt, sum eigur peningin og tað, sum fólk nú spara við at gjaldið til Als lækkar, skal koma teimum sjálvum til góðar og tað kann ikki koma uppá tal at tað skal enda í landskassanum til barnsburðarfarloyvi ella nakað annað, sigur Ingeborg Vinter.
Tí eru øll fakfeløg kalla saman til fundar seinni at viðgera støðuna og at gera av, hvat skal gerast við málið, men hetta kann ikki góðtakast, sigur Ingeborg Vinther.

Eru lumpað einaferð
Hon sigur, at í løtuni er gjaldið til Als 1,25 % av lønini, men tað lækkar nú niður í 0, 5%, sum er tað lægsta, tað hevur verið.
Tá ið gjaldið varð hægst, var tað 2,75%.
?Tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir, sum burturav eiga ALS og betala alt, sum fer í skipanina og tí er tað fólkið, sum eigur peningin, sum er í skipanini. Politikararnir hava ongantíð viljað havt nakað við ALS at gera og teir skulu ikki sleppa at leggja hald á peningin, nú tað eru góðar tíðir og nakað ALS-skipanin er væl fyri.
? Teir vildu ikk vitað av Als, tá ið ringar tíðir vóru í Føroyum. Tá vóru tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum , sum hingu upp á skipanina og politikararnir skulu ikki leggja hald á peningin, hjá fólki, nú, tað gongur væl.
? Umboðini fyri fakfeløgini hava alla tíðina roynt at fingið arbeiðsloysisstuðulin upp á 80% av eini arbeiðarainntøku, men tað er ongantíð eydnast.
? Tað einasta, vit hava kunnað samst um, er at lækka inngjaldið og nú tað lækkar niður í 0,5 % av løini, skal Landsstýrið ikki sleppa at leggja hald á peningin, tí tað skal koma teimum til góðar, sum eiga peningin, sigur hon.
Hon sigur, at Stýrið fyri ALS hevur øll árini hækkað og lækkað gjaldið eftir, hvussu tíðirnar eru, men tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava goldið hækkingarnar og tí skulu partarnir á arbeiðsmarknaðinum eisini hava ágóðan av lækkingini og at politikararnir halda seg burtur.
Ingeborg Vinther sigur, at fakfeløgini eru lumpað einaferð, tí einaferð ALS gjaldið lækkaði, var peningurin tikin til barnsburðargrunn og tað skal ikki henda aftur.

Duld skattahækking
Hon vísir á, at landsstýrið hevur lovað at lækka skattin.
Men verður hald lagt á tað, sum fólk spara við at inngjaldið verður lækkað, er talan um eina dulda skattahækking.
? Hóast tíðirnar eru góðar nú, er tað nógv, sum bendir á, at gongdin er við at venda.
?Vit skal ikki ein serliga djúp kreppa til, so verður neyðugt at hækka gjaldið aftur, og so er talan í veruleikanum um eina skattahækking, tí so koma fólk tilsamans av betala meir enn tey nakrantíð hava gjørt, skuldi Landsstýrið fingið sín vilja við tí, sum fólk spara við tað at inngjaldið til Als lækkar so at tað verður brúkt til Barnsburðargrunnin.
Hon sigur, at stýrið fyri ALS hevur samtykt, at lækka gjaldið til ALS, men tað var ongantíð talan um, at sparingin skuldi brúkast til Barnsburðargrunnin.
?Tað var alla tíðina ætlanin, at fólkið sjálvt skuldi fáa ágóðan, sigur hon.
Men skal barnsburðarfarloyvið so ikki longjast?
? Arbeiðsloysisskipanin og Barnsburðargrunnurin hava onki við hvørt annað at gera og skal farloyvið longjast, eiga politikararnir ikki at blanda ALS upp í tað. Fakfeløgini vóru ikki við, tá ið barsnburðargrunnurin var gjørdur og hann liggur á einum so høgum støði, at fólk kunnu fáa upp í 35.000 krónur um mánaðin úr honum. Skal tað bøtast um hann, mugu politikararnir fáa peningin aðrastaðni frá, enn frá ALS, tí fólkið betalir nóg mikið nú.
Skal barnsburðarfarloyvið longjast, kostar tað pening og tað er bara einastaðni at fara eftir pengunum, antin so ella so?
? Vit hava ikki havt nakra ávirkan á barnsburðargrunnin og tá poltikararnir gera eina skipan, sum er so rúmlig, at hon kann betala 35.000 krónur um mánaðin, mugu teir sjálvir finna fíggingina til tað, uttan at koma til løntakaran eftir meiri pengum, sigur IngeborgVinther.
Sí eisini greinina ?Talan er um at hækka skattin?.