SAMRÁÐINGAR
Í morgun hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, verið á fundi við umboð fyri uppisjóvarflotan og flakatrolararnar, sum fiska í Barentshavinum. Tað er landsstýrið, sum hevur kallað partarnar til fundar, nú fiskiveiðisamráðingarnar við russar stunda til.
Føroyar og Rusland hittast nevniliga til fundar um mánaðarskiftið november/ desember í Moskva.
Hin stóri spurningurin er, hvat Føroyar kunnu bjóða russum í staðin fyri svartkjaft, nú svartkjaftastovnurin er so illa fyri, og føroyski parturin av kvotuni í komandi ár er minkaður úr 130.000 tonsum niður í sløk 10.000 tons.
Ymisk áhugamál
Nótaflotin vil sjálvsagt varðveita sum mest av uppisjóvarfiskinum, sum Føroyar eiga og fáa í avtalu við onnur lond, meðan flakatrolararnir vilja sleppa at brúka so nógv sum gjørligt av hesum tilfeingi í býti við tosk úr Barentshavinum.
Tvey av fýra feløgum, sum hava uppisjóvarskip, hava eisini skip í Barentshavinum sum fiska tosk, og hetta hevur ivaleyst sín týdning fyri áhugamálini.
JFK í Klaksvík hjá Hanusi Hansen og øðrum og Framherji á Toftum hjá Anfinni Olsen og øðrum hava bæði uppisjóvarskip og skip, sum fiska í Barentshavinum. Hinvegin hava Varðin í Gøtu og Norðborg í Klaksvík bara uppisjóvarskip – og ikki flakatrolarar í Barentshavinum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at á fundinum í morgun vil landsstýrið hoyra frá vinnuni, hvussu hon ynskir sær, at føroyska útspælið til samráðingarnar við russar verður.
Trupul støða
Tað er væntandi, at hetta verða truplar samráðingar, nú svartkjafturin, sum eftir er, munar so lítið sum býtisfiskur í eini nýggjari avtalu. Spurningurin er so, hvørji ráð eru til at taka.
Landsstýrismaðurin sigur, at í galdandi avtalu millum Føroyar og Rusland fáa russar umleið 85.000 tons av svartjafti og umleið 14.000 tons av makreli.
- Men nú okkara samlaði partur av svartkjafti fyri 2011 bert er sløk 10.000 tons, er greitt, at hetta munar lítið í nøkrum býti við russar.
Jacob Vestergaard ásannar, at makrelurin er besta boðið, um avtalan við russar skal haldast á einum líkinda støði.
- Men her eru vit í teirri støðu, at vit í løtuni ikki vita, hvussu stórur okkara partur av makrelinum verður, tí enn eru samráðingarar millum strandalondini ikki komnar á mál.
Hann vísir á, at nýggjar samráðingar verða um býtið av heildarkvotuni av makreli í Oslo hin 27. november, men at ógjørligt er at siga longu nú, um hesar samráðingar fara at bera á mál.
- Tað positiva er, at ICES sigur makrelstovnin vera sera væl fyri, og hóast veiðan í ár hevur verið størri, enn felagsskapurin mælti til, metir ICES tó framvegis, at 640.000 tons kunnu fiskast í 2011. Tilmælta heildarkvotan komandi ár verður soleiðis nakað størri enn í ár, leggur hann aftrat.
Stórur áhugi
Spurningurin er so, hvussu stórur føroyski parturin av heildarkvotuni verður, og hvussu nógv av hesum kann takast burtur úr til at keypa tosk úr Barentshavinum fyri.
- Vit hava skilt, at russar hava stóran áhuga fyri makreli, nú lítið og einki er av svartkjafti, men hvussu nógvan makrel Føroyar kunnu lata í býti við tosk, veldst sjálvsagt um, hvussu stórur okkara partur verður, sigur landsstýrismaðurin.
Jacob Vestergaard sigur, at neyvan verður nøkur løtt loysn í samráðingunum við russar, og spurningurin er sjálvandi eisini, um støðið í kvotuni skal haldast á tí støði, tað er.
- Í seinastu samráðingum við russar fyrst í hesum árinum fingu Føroyar væl burtur úr teimum seinastu tonsunum av makreli, sum vit lótu russum. Í løtuni vita vit ikki, hvussu ”svangir” russar eru, og tað kann bert tíðin fara at vísa, nú samráðingar verða um tvær vikur.
Stóran týdning
Landsstýrismaðurin ásannar, at nú fundur skuldi verða í morgun við umboð fyri uppisjóvarflotan og teir, sum umboða flakatrolararnar, verður tað kortini altíð upp til myndugleikarnar í londunum at gera av, hvussu býtið – og lutfallið í býtinum - verður millum londini.
- Men vit í landsstýrinum vilja gjarna hoyra sjónarmiðini hjá vinnuni, sum er partur av hesum máli, áðrenn farið verður til samráðingarborðið, sigur landsstýrismaðurin.
Jacob Vestergaard sigur, at nógv tann størsti parturin av toskinum, sum Føroyar kunnu fiska í Barentshavinum, eru í avtaluni við Rusland.