Landsstýrið revsar sínar viðspælarar

Við órímiligari tíðarfreist, ólíkaviðgerð og valdsreingjan brýtur landsstýrið tríggjar grundleggjandi reglur í síni framferð í sambandi við málið um nýggju roknskaparskipanina hjá kommununum.

Kommunurnar eru sjálvandi fult við uppá at seta í verk eina betraða roknskaparskipan, og tær hava eisini brúkt stóra orku og nógvan pening uppá at seta hesa í verk.

 

Tí er tað sera hugstoytt at síggja landsstýrið brúka eina mannagongd, sum er óhóskandi og í einum føri eisini ólóglig.

 

Tað tykist sum um, at landsstýrið, sum sjálvt hevur sera trupult við at stýra sínum egnu viðurskiftum, brúkar hetta málið til at spæla stórt og sterkt yvir fyri kommununum, heldur enn at síggja kommunurnar sum sín viðspælara, sum tær í veruleikanum eru.

 

Eg skal her stutt greiða frá teimum trimum brotunum, sum landsstýrið í hesum máli – eftir okkara fatan í KSF – hevur gjørt í hesum máli.

 

Ov stutta tíðarfreist

Tá ið tann ítøkiliga viðgerðin av hesum máli um nýggja roknskaparskipan av álvara byrjaði í 2008, gjørdu kommunurnar í KSF beinanvegin vart við – og hetta varð endurtikið fleiri ferðir – at tað ikki var realistiskt at krevja kommunurnar at fáa hesa skipanina at virka longu frá 1. januar 2009.

Stuðlaðar av roknskaparleiðarum sínum greiddu limakommunur KSFs landsstýrinum frá, at umleggingararbeiðið var alt ov umfatandi til at megna hesa tíðarfreist. Eisini varð staðiliga ávarað ímóti, at avleiðingin av hesum fór at verða eitt samlað kommunalt roknskaparhald í ruðuleika. Hetta kundu vit als ikki gótaka, tí vit – kommunustýrini – hava ábyrgdina at fíggjarstýra á leið 1,8 mia kr., og tað fór nú at verða ógjørligt.

Landsstýrið tóktist ikki at vilja skilja hesar umstøður, og royndu kommunurnar tí at koma við uppskotum um tilgongd, sum segði, hvussu nýggja skipanin hóskandi kundi byrjað við fíggjarætlanunum fyri 2010, og at bókhaldini síðan byrjaðu við hesi nýggju skipanini pr. 1. januar 2010.

 

Men hesar frágreiðingar og uppskot um loysnir vórðu tíverri til fánýtis, tí landsstýrið helt treiskt fast við, at roknskaparskipanirnar hjá kommununum skuldu setast í verk pr. 1. januar 2009.

- Hetta er ikki nøktandi framferð av landsstýrinum.

 

Ólíkaviðgerð

Eitt tað mest grundleggjandi innan fyrisiting er reglan um líkaviðgerð, sum tíverri er brotin í hesum máli.

 

Tá ið ein grundregla er brotin í einum máli, og fremjarin ikki vil rætta mistakið, hóast áhaldandi ávaringar, so hendir tað ikki so sjáldan, at hetta førir til onnur brot.

 

Sum tíðin leið í hesum máli, vísti tað seg – sum kommunurnar í KSF eisini høvdu gjørt vart við – at tað gjørdist sera trupult hjá fleiri kommum at halda ta órímiligu tíðarfreist, sum landsstýrið ikki vildi sleppa.

 

Her gjørdust hyggjuráðini hjá landsstýrinum at viðgera viðurskiftini frá mál til mál, sum sjáldan er nøkur gongd leið, tá ið tað snýr seg um lógir og kunngerðir.

 

Landsstýrið hevur nevniliga í hesum máli brúkt ta mannagongd at geva nøkrum kommunum undantak frá tíðarfreistini, meðan aðrar hava verðið kroystar til at halda stuttu freistina.

Vit hava skilt, at tær kommunur, sum hava færri enn 600 íbúgvar, og eisini tann størsta kommunan í landinum hava fingið undantaksloyvi til ikki at seta í verk ta nýggju roknskaparskipanina pr. 1. januar 2009.

 

Sostatt eru tað tær miðalstóru kommunurnar – eitt nú Vágs, Tvøroyrar, Runavíkar, Fuglafjarðar og Klaksvíkar kommunur – sum einsamallar hava fingið hetta ultimativa krav, meðan aðrar eru slopnar undan.

 

- Hetta er ikki nøktandi framferð av landsstýrinum.

 

Valdsreingjan

Tað triðja brotið á grundreglurnar fyri fyrisiting er tað mest álvarsama í mun til lóg og rætt, tí her verður ein lógartryggjaður rættur hjá kommununum – samtyktur á Føroya Løgtingi – brúktur av landsstýrinum sum jarnbrot ímóti nøkrum av kommununum í einum heilt øðrum máli.

Rætturin hjá kommunum at fáa endurrindað MVG er fult lógartryggjaður, men kortini hevur landsstýrið í hesum máli loyvt sær at nokta summum kommunum hetta endurgjald, um tær ikki her og nú megna at lata inn tíðarskeiðsroknskapir sambært nýggju roknskaparskipanini.

 

Aftur her fer ólíkaviðgerð fram, tí tær kommunur, sum hava fingið undantak frá kunngerðini um innrapportering av tíðarskeiðsroknskapum, fáa framhaldandi MVG endurrindað eftir verandi skipan við umsókn, meðan tær kommunur, sum av øllum alvi royna at gera eftir vilja landsstýrisins, verða revsaðar og fáa einki útgoldið, um tær ikki megna ta nýggju roknskaparskipanina 100%.

Her er talan um valdsreingjan at sýta MVG-endurrindan og soleiðis at revsa summar kommunur beinleiðis í pengapungin, tí MVG-endurgjaldið verður afturhildið.

 

Stýrið fyri KSF hevur viðgjørt málið og mótmælir harðliga hesi mannagongd hjá landsstýrinum.

- Hetta er ikki nøktandi framferð av landsstýrinum.

 

Samstarv er loysnin

At fáa eina nýggja roknskaparskipan fyri kommunurnar, sum tryggjar, at almennu roknskapartølini støðugt eru dagførd og sambærlig, er eitt stórt framstig fyri samfelag okkara og verður eitt hent amboð í framtíðini, bæði hjá kommunum og landi.

 

Tó er neyðugt, at báðir partar kenna sín leiklut, at tað eru kommunustýrini, sum stýra kommununum, meðan uppgáva landsstýrisins er at hava eftirlit við kommununum – ikki at stýra teimum.

Í hesum máli hevur landsstýrið við órímiligari tíðarfreist, ólíkaviðgerð og valdsreingjan brotið tríggjar grundleggjandi reglur í síni framferð í sambandi við málið um nýggju roknskaparskipanina hjá kommununum.

 

Tí er tað okkara skylda, sum manna og leiða kommunustýrini, at gera vart við hesi viðurskifti og mótmæla teimum. Í hesum føri fall tað í mín lut, sum virkandi forkvinna í KSF á seinasta stýrisfundi, at gera vart við hesi viðurskifti vegna KSF.

 

Tað er ógvuliga hugstoytt at hoyra landsstýrismannin í fíggjarmálum í útvarpinum kalla tær kommunur, sum hava innført nýggju roknskaparskipanina og ikki eru komnar heilt á mál, fyri ”lægsta felagsnevnara”.

 

Ein slík útsøgn er fyri tað fyrsta skeiv, tí hesar kommunur eru jú tær, sum í veruleikanum eru komnar longst í hesum máli, og fyri tað næsta er tað ein óvirðilig útsøgn fyri eitt landsstýrisfólk.

Eins og í so mongum øðrum málum er samstarv loysnin – samstarv og virðing, har allir partar kenna sín leiklut og sínar avmarkingar.

 

Í hesum ítøkiliga dømi er einki til hindurs fyri, at tær kommunur, sum hava lagt orku og pening í at fremja vilja landsstýrisins um nýggja roknskaparskipan pr. 1. januar 2009, og sum næstan eru klárar við nýggju roknskaparskipanini og verða tað í seinasta lagi um ársskiftið, eisini fáa teirra MVG-endurgjald við støði í umsókn eina tíð aftrat, á sama hátt sum tær kommunur, ið hava fingið undantak frá nýggju kunngerðini.

 

- Tað hevði verið nøktandi framferð av landsstýrinum.