Landsstýrið rørir ikki minstuløn

Hóast tað hevur verið viðgjørt í samgonguni, so verður minstalønin ikki rørd, nú tíðirnar hjá fiskivinnuni kundu verið betri

- Vit hava diskuterað ymiskt við, hvat skal gerast við stuðulsskipanirnar til sjófólk, men onki verður gjørt, tí argumenterað varð fyri, at tað er til tíðir sum hesar, at minstalønin skal nýtast, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.


Minni minstaløn

Jacob Vestergaard greiðir frá, at tá minstalønin varð viðgjørt í samgonguni fyrr í ár, við tí fyri eyga at spara eitt sindur av peningi, so var ætlanin, at tey, ið klára seg rímiliga væl, skuldu missa ein part av stuðlinum, men at manningin, sum veruliga lítið fekk, eisini fekk eitt sindur meira.

Hetta uppskotið kom tó ongantíð niðan í tingið, tí semja ongantíð varð um at broyta skipanina.

- Vit tosaðu um at broyta frymilin, men argumentið við, skipanin er gjørt til tíðir sum hesar, so varð avgjørt, ikki at leggja uppskotið fyri ting, greiðir Jacob Vestergaard frá.