Edmund Joensen
Nú gongur á triðja mánað síðani nýggja verjuskip Føroya, Brimil var liðugur. Hesa longu tíð hevur tað ligið og gnaðað gummi í Noreg. Samlaði kostnaðurin sigst vera umleið 120 mió. krónur. Harumframt kostar skipið í bíðistøðu, havnagjøld, vakt, manning og aðrar útreiðslur hvønn dag.
Henda handfaring er vorðin ein stór landaskomm í sjálvum sær. Eisini er tað ein sera góð mynd av okkara handlingslamna landsstýri. Eitt landsstýri sum ikki so frætt sum megnar at fáa sítt egna stásiliga verjuskip út at sigla.
Verjuskipið sum skal verða størsta álitið í verju, tilbúgving og bjarging í Føroyum, liggur svínabundið við kai í Noreg, vandamestu tíð á hávetri. Boð kunnu verða hvørja løtu eftir hjálp.
Orsøkin er, at sáttmálaviðurskiftini hjá yvirmonn-unum ikki eru komin uppá pláss. Ábyrgdari fyri hesum viðurskiftum er Føroya Landsstýri sjálvt.
Fullveldislønarlag
Landsstýrið hevur eftir øllum at døma eina meining um, at Føroyar kunnu isolera seg við egnum lønarlagi, uttan at hugsa um, at okkara sjómenn eru mobilasta fólkaslag í heiminum. Teir sammeta seg sjálvandi við sínar kolegar í grannalondunum við somu viðurskiftum. Teir blása á landsstýrisins ætlanir um eitt serligt ?fullveldislønarlag?.
Álvaratos. Hvat munnu okkara grannar ikki halda um handliførið hjá okkara fullveldislandsstýri?
Hvat man ST-aðalskrivarin Kofi Anand ikki halda um handlimegina hjá okkara landsstýri?
Hvat man aðalskrivarin í Nato (Robertson lordur) halda um hetjurnar úr Føroyum, sum brutu seg inná hann í Íslandi, og vildu hava limaskap í Partnership for Peace ? Hvat man hann ikki halda um handlimegina hjá nýggja umsøkjaranum í eini kreppustøðu hjá Nato ?
Føroysk mál burturav
Tíðiligari og tíðiligari kemur til sjóndar, at tað sum landsstýrið fast við, endar í einum hurlivasa. Brimil liggur svínabundin í Noreg, og í farnu viku steðgaði bussleiðin í Suðuroy.
Hesaferð ber neyvan til at skylda uppá donsku stjórnina, tí málini eru ?periføroysk?.
Hetta eru so bara prógv afturat teimum óteljandi, um ódugnaskap landsstýrisins.