Fullveldisætlanin hjá landsstýrinum, er uppskriftin uppá arbeiðsloysi, fólkafráflyting og stagnatión. Hetta er niðurstøðan í væl undirbygdari grein, sum fyrrverandi fíggjarstjórin í landsstýrinum, Kári Petersen skrivar.
Hetta samsvarar við tað, sum stendur í Hvítubók, har millum annað myndin á síðu 141 vísir, hvørji stutt- og langtíðarárin tað hevur á búskapin, um ríkisstuðulin minkar.
Tað sama stendur í frágreiðingini frá Háskúla Íslands, sum ikki slapp við í Hvítubók. Henda frágreiðing er bara uppaftur ógvusligari í sínum niðurstøðum av negativu avleiðingunum.
Allar hesar frágreiðingar og útsagnir frá serkønum siga í grundini tað sama: Ætlanin hjá landsstýrinum við loysing og skiftistíð í 15 ár er høpisleys og verður eitt satt skrall fyri Føroyar.
At hetta skrallið so gerst uppaftur størri, um skiftistíðin verður styttri, sigur seg sjálvt.
Arbeiðsloysi, fólkaflyting og búskaparlig stagnatión
Hava føroyingar gjørt sær nóg greitt, hvat fer at henda við Føroyum, um landsstýrið við Fólkaflokkinum og Anfinni Kallsberg á odda sleppur at halda fram?
Landsstýrisuppskotið er uppskriftin uppá búskaparliga stagnatión, arbeiðsloysi og fólkaflyting, sigur búskaparfrøðingurin. Leystliga mett sigur hann, at ein kann rokna við eini fólkaflyting av umleið somu stødd, sum fyrst í 90-árunum.
7.200 fólk fluttu tá av landinum, og bert umleið 1.000 eru komin heimaftur til Føroya. Tey flestu, ið fluttu vóru ungfólk. Tey 6.200, sum ikki komu heim aftur, vóru 13 ? 14 % av samlaða fólkatalinum, men av teimum 20-40 ára gomlu, taldu hesi umleið 25 %.
Hetta verða nakrar av avleiðingunum av høpisleysu ætlan landsstýrisins.
Heldur nýskipan
Eg vóni, at føroyingar hava gjørt sær greitt, at alternativið, og tryggi vegurin fram ímóti meira sjálvsavgerðarrætti, og einum berandi búskapi, har vælferðarsamfelagið verður ment og varðveitt, gongur ígjøgnum ríkisfelagsskapin. Ein nýskipan, sum Sambandsflokkurin hevur skotið upp, og saman við øðrum virkar fyri, er alternativið og tryggi vegurin fram.
Endamálið við hesum er, at londini við støði í egnum fortreytum, skulu hava loyvi til, og bestu møguleikar at mennast.
Sannast má tíverri, at í løtuni eru landsstýrið og samgongan størsta hóttanin ímóti búskapinum og føroyingum sum heild.
Edmund Joensen