Atkvøðugreiðsla
Tað eru ikki so mong ár síðan, at landsmyndugleikarnir løgdu seg út í viðurskiftini hjá kommununum og meira ella minni vildu kroysta tær til at samstarva ella leggja saman.
Hóast umsitingarligi parturin hjá kommununum er vaksin seinastu árini og fer at veksa enn meira, tá ið eldraøkið eisini verður lagt út til kommunurnar at umsita, eru røddirnar í landsstýrinum nú meira mildar.
Tað var Anfinn Kallsberg, ið umsat kommunumál, sum fyri fimm árum síðan setti út í kortið av nýggjum, soleiðis at eingin tvungin samanleggin verður.
Tað var Høgni Hoydal, sum tók yvir kommunumál, tá ið Anfinn slepti fyri einum ári síðan.
Eingin uppiblanding
Nú veljarar í seks kommunum í norðrara parti av Streymoy og Eysturoy týsdagin atkvøddu um samanlegging, harav meiriluti fyri samanlegging var í teimum fimm, sigur løgmaður, Anfinn Kallsberg, at landsstýrið fer ikki at leggja seg út í, um kommunur velja at leggja saman ella at samstarva.
- Hetta er ein spurningur, sum fólkið í kommununum sjálvt skal taka støðu
til. Ynskja kommunur at leggja saman, fara vit ikki at nokta teimum tað. Vit hava gjørt eina nýggja kommunulóg og eina lóggávu fyri samanlegging, um tað verður gjørt, men tað er fult og heilt upp til fólkið í kommununum, hvussu tær skipa seg við samstarvi ella samanlegging.
Løgmaður vísir á, at jú fleiri økir verða løgd út til kommunurnar at umsita, tess fleiri umsitingarligar royndir krevur hetta.
- Málið er at veita eina nøktandi tænastu til borgararnar, og tí er avgjørt
neyðugt, at samstarvað verður um hesi økir. Skulu kommunurnar umsita fleiri økir, krevst eisini, at tær eru førar fyri at lyfta hesa uppgávuna.
Innlýsandi samstarv
Anfinn Kallsberg sigur, at tá ið kommunurnar samstarva á mongum økjum, soleiðis sum gjørt hevur verið í eitt nú Sundalagnum, er væntandi, at spurningurin um samanlegging við tíðini gerst aktuellur, tí spurningurin verður at enda, hvussu nógv mál liggja uttanfyri samstarvið.
- Sjálvur havi eg alla tíðina rokna við, at samstarv ella samanlegging millum kommunur fer at verða gongda leiðin, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Hann vísir á, at eldraøkið, sum leggjast skal út til kommunurnar at umsita, krevur, at samstarvað verður, soleiðis at vit fáa eina góða og nøktandi skipan, sum fer at tæna borgarunum