Landsstýrið klandrast um aðalstjórar

Ósemja er í Landsstýrinum um, hvussu aðalstjórar skulu setast Nú lýsast skal eftir aðalstjóra til Uttanríkisráðið, er komið fram, at landsstýrisfólkini ikki eru á einum máli um viðkomandi skal vera áramálssett ella -settur.

Jørgen Niclassen, landsstýrismaðir í uttanríkismálum, vil hava at nýggi aðalstjórin skal áramálssetast og ikki setast í tunga aðalstjórastarvið fyri well.

-Tað eru fleiri fyrimunir við at áramálsseta, men tann, sum vigast tyngst, er kanska at tað ikki er rætt at sama fólk skal røkja eitt so tungt og ábyrgdarfult starv í meira enn eitt vist áramál, sigur Jørgen Niclassen við Rás2.

Onnur landsstýrisfólk vilja hava, at verandi skipan, har aðalstjórar ikki eru áramálsettir, heldur fram. Grundgevingarnar hjá teimum eru millum annað, at tað er dýrari at seta fólk í avíst áramál, og at lønarlegan hjá aðalstjórum er nóg høg frammanundan - hon er í løtuni eitt vet hægri enn lønin hjá landsstyrisfólkunum.

Men Jørgen Niclassen er fullkomiliga ósamdur við teir starvsfelagar sínar, sum ikki vilja broyta skipanina, og føroyski uttanríkisráðharrin vil enntá fara so langt sum at mæla til, at allir aðalstjórar verða áramálssettir - eisini teir, sum sita í løtuni.

-Tað fer sikkurt at kosta eitt sindur at loysa hesi fólk úr verandi skipan, og eg veitt heldur ikki akkurát hvussu vit gera tað formliga, men tað eigur at vera gjørt fyri at fáa meira dynamikk í starvið, sigur hann.