Ólavur í Beiti
? Kann landsstyrismaðurin vissa tingið um, at aðrar próvtøkur enn danskar verða virdar innan bæði almenna og privata fyrisiting, spyr Jákup Sverri Kass í fyrispurningi settur Signari á Brúnni, mentamálaráðharra.
Í viðmerkingunum til henda stutta spurning, sigur Jákup Sverri Kass, at í øldir hava føroyingar at kalla einans søkt sær útbúgvingar í Danmark.Hetta er sjálvsagt fyri nógv ein góð loysn, men hví skal alt ljósið í landsuðri vera?
Viðurkenning
? Nógv eru tó tey, sum tíbetur fyri samansetingina av framtíðar akademikara liðið okkara, hava tikið annað skinn um bak og eru farin burtur í onnur lond at lesa. Bæði ÚSUN og SU skipanin tryggjar, at so kann vera, ein lesandi í eitt nú Bretlandi fær danskan SU við sær til Bretlands og fær skúlagjaldið goldið av stuðulsstovninum.
? Men trupulleikin er, at skal ein akademisk útbúgving verða til nakra nyttu, má hon fáa viðurkenning, har hon skal nýtast. Ein lækni má soleiðis viðurkennast sum lækni, skal hann kunna virka innan heilsuverki ella sum kommunulækni her á landi, sigur Jákup Sverri Kass.
Eitt dømi
Og víðari sigur hann, at tað er at gleðast um, at landsstýrið sjálvt hevur sett fólk við eitt nú bretskum útbúgvingum í starv. Tað frættist tó, at í starvssetanum hevur landsstýrið ikki vilja viðurkent útlendskar løgfrøðisligar útbúgvingar á sama hátt sum tær donsku.
? Fyri juristar hevur fulltrúatíðin alt at siga. Annaðhvørt sum advokatfultrúi, dómarafulltrúi ella fulltrúi innan almennu fyrisitingina kann løgfrøðingurin vinna sær viðurkenning og fáa bestalning sum advokatur. Avgerandi er bert, at hansara arbeiði verður mett at vera á nóg høgum støði, og at tað fer fram eftir lokna løgfrøðiliga útbúgving.
Einafalda skipan
? Landsstýrismaðurin má tí greiða tinginum frá, at øll neyðug stig eru tikin at tryggja viðurkenning av útlendskum próvtøkum. Serliga eigur landsstýrismaðurin at tryggja sær, at vinnugreinar sum løgfrøðingar, læknar, grannskoðarar og onnur týðandi prógv verða viðurkend.
? Landsstýrismaðurin eigur at vissa tingið um, at landsumsitingin viðurkennir hesi prógv ella hevur eina einfalda skipan til tess at viðurkenna tey, tá tey koma fyri. Eisini eigur landsstýrismaðurin at kanna, um danskir myndugleikar viðurkenna hesi prógv, og um teir treyðugt vilja, so í øllum førum krevja, at føroyskir ungdómar fáa sínar útbúgvingar viðurkendar fult út, um hesar verða nýttar í Føroyum, sigur Jákup Sverri Kass at enda í viðmerkingunum.