17. mai byrjar fjórða leitiumfarið eftir olju á føroyskum øki. Síðani fyrsta umfarið, sum var hildið í 2000, eru níggju brunnar boraðir á føroyskum øki. Fleiri fund eru gjørd hesi árini, men tó einki somikið stórt, at vert er at útvinna olju.
Áhugin fyri føroyska økinum hevur verið minkandi seinastu árini. Serliga eru tað lágu oljuprísirnir og kappingin frá bíligari amerikanskari skifterolju, sum hava gjørt, at tað hevði verið lutfalsliga nógv dýrari at útvinna olju á føroyskum økjum, og tí hevði tað ikki verið raktrarvert.
Men hevði tað staðið til ungmannafeløgini hjá teimum báðu stóru samgonguflokkunum, Unga Tjóðveldi og Sosialistisk Ung, so hevði punktum verið sett fyri føroyska oljuævintýrinum beinan vegin. Tey eru bæði ímóti at leita verður eftir olju á føroyskum øki.
- Unga Tjóðveldið er ímóti oljuídnaði í Føroyum. Vit meta ikki at hetta er burðardygt hvørki tá tað snýr seg um umhvørvi, tað sosiala ella búskaparliga. Vit hava alment gjørt vart við, at vit ikki taka undir við nýggju útbjóðingarumfarinum til oljuleitingar, sigur Unga Tjóðveldið.
Sosialistisk Ung siga, at tað eftir teirra tykki ikki er hóskandi at fara undir at bora eftir olju undir Føroyum nú.
- Henda fatan byggir á ta grundhugsan, at vit, sum liva í dag, ikki bert hava ábyrgd fyri okkum sjálvum, men eisini fyri komandi ættarliðum. Vit hava skyldu til at geva ein heim víðari, sum er liviligur. Hetta er solidaritetur, siga tey.
Landsstýrið fær tó stuðul frá ungmannafelagnum hjá triðja samgonguflokkinum, Framsøkin Ung, sum halda, at hetta er ein ov góður møguleiki til at menna eina nýggja vinnu til at lata fara fram við borðinum.
Ungmannafeløgini hjá andstøðuflokkunum eru eisini ósamd um málið. Meðan Ungmannafelagið Samband og Unga Sjálvstýri eri ímóti ætlanunum, eru ung fyri Miðflokkin fyri.
- Oljuídnaðurin skapar nógv arbeiðspláss, og er hetta sjálvandi gott. Um tað eydnast okkum at finna olju, so hevði hetta kunna givið kempistóra fíggjarliga framgongd. Hetta er peningur, ið m.a. kann brúkast uppá heilsuverk, vælferð, útbúgving og styrkja okkara støðu í altjóða felagsskapinum, siga tey og vísa til stóru framgongdina, sum oljuvinnan hevur skapt í Noregi, sigur Ung fyri Miðflokkin.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kom á gøturnar longu í kvøld vegna at tað er Dýri Biðidagur fríggjadagin, verður nærri greitt frá, hvat politisku ungmannafeløgini halda um ætlanirnar hjá Føroya Landsstýri at byrja fjórða útbjóðingarumfarið 17. mai. Nevnast kann, at tað var eitt einmælt løgting, sum samtykti ætlanina fyrr í vikuni.