Landsskjalavørðurin: - Kanna hvørji skjølini eru

Sámal T. F. Johansen, landsskjalavørður hevur ikki sæð skjølini, sum fara á
auktión um góðar tveir mánaðir.

Landsskjalavørðurin sigur - í generellari - viðmerking, at er talan um
privat skjøl so er tað ein privat ogn. Men er talan um almenn skjøl, so eru
tey at rokna sum almenn ogn.
Er talan veruliga um almenn skjøl, so skulu tey latast Landsskjalasavninum
ella øðrum stovni í varðveitslu.
Í slíkum førum er tað altíð ein meting, um slík skjøl hava serligt virði
fyri okkum føroyingar. Ber kortini ikki til at fáa tey í varðveitslu, so er
ein annar møguleiki at fáa ljóstak av skjølunum.
Sjálvur hoyrdi Sámal um hesi skjølini fríggjadagin, tá umboð fyri Bruun
Rasmussen (teir sum skipa fyri auktiónini) sendi honum ein teldupost, har greitt varð frá hesi ætlanini.
-Vit eru tí í løtuni í ferð við at kanna, hvat er í øllum hesum málinum.
-Vit fara eisini at seta okkum í samband við miðfyrisitingina um, hvat
gerast kann um ein partur av mentanararvi okkara soleiðis fara aðrastaðir,
sigur hann í stuttari viðmerking.