Landsskjalasavnið verður talgilt

Føroya Landsskjalasavn verður stongt fyri allari vanligari avgreiðslu frá mánadegnum 17. august til og við fríggjadagin 2. oktober 2009, tí savnið fer undir fyrsta stig av verkætlan, ið hevur til endamáls at skráseta øll savnindi í talgilda skrá, sum lutvíst skal kunna nýtast á heimasíðunum hjá Landsskjalasavninum og samstundis eisini gevaatgongd til talgilt tilfar, ið finnist á heimasíðunum www.lss.fo, www.lss.fo, www.history.fo og á www.history.fo.

Landsskjalasavnið sigur, at hetta vil hava við sær, at savnið á tann hátt kann veita brúkarunum eina enn betri tænastu og at tilfar, ið áður bert hevur verið atgongt á lesistovuni hjá Landsskjalasavninum, nú verður lættari atkomuligt.

Verkætlanin ber í sær, at partar av søvnum og savnindunum verða umskipað, umpakkað og skrásett av nýggjum. Orsaka av hesum arbeiði verður ikki møguligt at avgreiða mál á vanligan hátt og er tí gjørt av at steingja meðan arbeitt verður við fyrsta stigi av verkætlanini, stendur í skrivi frá Landsskjalasavninum.

Meðan savnið er stongt, kunnu átrokandi fyrispurningar kunnu sendast savninum í telduposti til fararch(at)lss.fo ella fararch@lss.fo