Nú hevur Landssjúkrahúsið fingið eina serliga neyðtøku-telefon, sum svarar allan sólarkringin, hvønn dag í vikuni. Tað merkir, at nú kunnu fólk, sum verða neyðtikin, ringja beinleiðis á neyðtøkutelefonina á Landssjúkrahúsinum at fáa hjálp, uttan at ringja til løgregluna.
Hetta er eitt mál, sum tosað hevur verið um í fleiri ár, og sum nú verður veruleiki. Nýggja neyðtøku-tilbúgvingin verður mannað við starvsfólki, ið eru serútbúgvin til at taka ímóti fólki, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd.
Tað vera serlæknar, sum fáa ábyrgd av kanningararbeiðinum, sum kann verða sett í verk tá ið fólk sær til tilbúgvingina. Her verður hugsað um, at tað er ikki altíð, at fólk, sum eru neyðtikin, ella hava verið fyri neyðtøkuroynd, vilja melda brotsverkið beinavegin. Men endamálið við hesum tiltakinum er at tryggja, at øll teknisk prógv verða tryggjað og tey verða so goymd í eitt ár. Tað merkir, at tað ber til at melda eina neyðtøku, tá ið ein tíð er farin og verður tað gjørt, eru øll teknisk prógv til taks at leggja fyri rættin.











